Fótbóltur

Gunnar og Víkingur nærri meistaraheitinum eftir málveitslu

Klæmint Andrasson Olsen var ein av teimum mongu, sum Breiðablik spardi. Liðið møtti seint upp til umstrídda dystin, har Gunnar Vatnhamar legði upp til eitt mál.

Gunnar Vatnhamar til landsliðsvenjing. Hann verður aftur á landsliðnum skjótt - skjótt verður leirvíkingurin allarhelst eisini íslendskur meistari (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar til landsliðsvenjing. Hann verður aftur á landsliðnum skjótt - skjótt verður leirvíkingurin allarhelst eisini íslendskur meistari (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-28 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík stevna stútt og støðugt móti íslendska meistaraheitinum. Í gjárkvøldið vann liðið sætta dystin á rað og tann níggjunda av teimum seinastu tíggju dystunum. Talan varð um 5-3 sigur á Breiðablik, ið gjørdist meistari í fjør.

Felagið við Klæminti Andrasson Olsen og skadda Patriki Johannesen í hópinum hevur annað at hugsa um í hesum døgum. Møguleikin fyri at endurvinna meistaraheitið er langt síðani farin, men hóskvøldið kann Breiðablik gerast fyrsta íslendska liðið, sum spælir seg víðari til evropeiskt bólkaspæl. Hetta gerst veruleiki, um Klæmint og hinir gera arbeiði liðug móti Struga í Kópavági hósdagin - Breiðablik vann 1-0 í Norðurmakedónia hósdagin.

Ósemja hevur síðani stungið seg upp í Íslandi. Breiðablik hevur tvær ferðir biðið um at flutt dystin, men KSI hevur sýtt hesum. Klara Bjartmartz, forstjóri í íslendska fótbóltssambandinum, sigur við mbl.is, at man hevði vilja hjálpt, men at tað bara ikki bar til at flyta dystin. í Breiðablik er eisini ónøgd um, at Víkingur Reykjavík ikki sýndi eitt slag av vælvild í tøttu dystarskráini og undan stóru og søguligu uppgávuni í Conference League.

Tað var órógv og undran, tá Breiðablik so ikki lat dómaraseðilin inn ein tíma fyri dystin í gjárkvøldið, sum krav er um, og einki mótsstøðulið var at hóma hjá víkingunum. 25 minuttir fyri tíð kom bussurin tó stuttu leiðina úr Kópavági. Breiðablik-spælararnir høvdu skift og fóru beint á vøllin at hita upp. Heldur løgið og kanska óseriøst at síggja til og helst eisini eitt slag av mótmæli. Venjarin Óskar Hrafn Þor­valds­son vísti tó á, at liðið vildi vera í Kópavági sum longst, og at tað við dómaraseðlanum var eitt tekniskt mistak, sum eisini er hent fyrr í ár. 

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen var ikki á vøllinum í gjár - hósdagin er lagnudystur á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

Á leikaralistanum hjá Breiðablik sóust nógvar broytingar, í mun til dystin í Norðurmakedónia hóskvøldið. Í byrjanaruppstillingini vóru níggju slíkar, og millum annað var Klæmint Olsen als ikki í hópinum. Áleyparin skal helst spæla týðandi leiklut í avgerandi playoff-dystinum.

Talan gjørdist um undirhaldandi dyst í gjár, har Víkingur fekk tamarhald á heldur løgnu støðuni og øðrvísi støðuni. Heili átta mál komu - tað var Gunnar Vatnhamar, sum legði upp til 5-1 málið. Tað endaði 5-3, og sum vant spældi 28-ára gamli leirvíkingurin, sum í dag varð úttikin til A-landsliðið, allar 90 minuttirnar í miðverjuni. 

Víkingur er nú 18 stig frammanfyri Breiðablik, ið er á 3.plássi, og 14 stig frammanfyri Val. Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn meistaraheitið kemur í hús, nú 12 umfør eru eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder