
Klæmint Andrasson Olsen og Breiðablik eru nú nær við einum søguligum plássi í Conference League-bólkaspælinum. Ísland hevur ongantíð verið umboðað í evropeiskum bólkaspæli, men í kvøld vann Breiðablik 1-0 á útivølli í fyrra play-off dystinum.
Struga tók ímóti, og Hoskuldur Gunnlaugsson skoraði einasta málið í dystinum, tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.
Klæmint Olsen spældi fullan dyst í Norðurmakedónia. 33-ára gamli áleyparin arbeiddi hart, og nú er rituvíkingurin nær við at sleppa at spæla í einum bólkaspæli.
Heimaliðið hevði eina lítla leikliga yvirvág men skal venda hesum í Reykjavík í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald