KÍ kom upp fyrst úr potti 4, tá lutkastið til UEFA Europa Conference League-lutakastið var fyri lítlari løtu síðani.
Úrlslitið varð hetta:
Bólkur A:
LOSC Lille (Frakland)
SK Slovan Bratislava (Slovakia)
NK Olympia Lublijana (Slovenia)
KÍ
Áhugavert er tað serliga, at liðið, sum KÍ kom víðari ímóti uttan dyst í Champions League í 2020, er í bólkinum. KÍ fær helst kaldliga móttøku í slovakiska høvuðsstaðnum Bratislava.
Menninir hjá Magna Hoseth skulu eisini til Slovenia. NK Olympia Lublijana var í triðja styrkibólki og er besti ítróttarligi møguleikin á pappírinum.
Franska Lille verður ein stórur biti. Liðið vann franska meistaraheitið í 2021.
Breiðablik og Klæmint Olsen komu í bólk við Gent, Maccabi Tel-Aviv og Zorya Luhansk. Eins og við KÍ, er talan um fyrsta íslendska liðið sum er í einum bólkaspælið.
Fyrsti dysturin í bólkaspælinum, sum verður søguligt fyri føroyskan fótbólt, verður 21. septeber. Bólkaspælið endar mitt í desember.
Meira seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald