Hondbóltur

Atgongumerkini til fyrsta landsdystin við Tjarnir til sølu í næstu viku

Fríggjadagin í næstu viku koma atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Niðurlond til sølu.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-05 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin 14. februar klokkan 10 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Niðurlond til sølu.

Hetta er fyrsti landsdystur í nýggju stórhøllini við Tjarnir og møguleiki verður at keypa tvey sløg av atgongumerkjum.

Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini.

Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur, krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi seks atgongumerki í hvørjum keypi.

Eitt sitipláss kostar 200 kr, meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið, sum gongur fyri seg á atgongumerki.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder