Føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir sínar fyrstu heimadystir í EM-undankappingini tíðliga i juni.
Mánadagin verður møguleiki at ogna sær pláss til tann fyrsta og størsta av ársins heimadystum. Talan er um dystin 7. juni móti Spania. FSF upplýsir, at frá klokkan 10.00 mándagin 29 apríl er møguleiki at keypa atgongumerki til hendan dystin. Spania var seinast á vitjan í Føroyum í 1996, tá spaniólar vunnu 6-2 í HM-undankappingardysti. Spania vann HM í 2010 og EM í 2008 og 2012.
Eitt samdøgur eftir at sølan til dystin móti Spania opnar, verður møguleiki at keypa atgongmerki til Føroyar - Norra. Føroyar og Norra hittast á Tórsvølli mánadagin 10. juni til fyrsta undankappingardystin millum londini nakrantíð.
Umbyggingin av Tórsvølli fer fram í løtuni, og tað merkir, at tað eru pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum til heimadystirnar í hesari undankappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald