Fótbóltur

Atgongumerkjasølan er byrjað

FSF hevur longu sett Landsliðspakkan, ið gevur atgongd til allar tríggjar heimadystirnar í UEFA Nations League næsta ár, til sølu.

Til ber at ogna sær pláss á Skansanum til allar dystirnar fyri 300 krónur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Til ber at ogna sær pláss á Skansanum til allar dystirnar fyri 300 krónur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-17 22:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag gjørdist greitt, nær heimadystirnir hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í UEFA Nations League verða á skránni næsta ár, og Fótbóltssamband Føroya hevur nú sett fyrstu atgongumerkini til sølu.

Sonevndi Landsliðspakkin, ið gevur atgongd til allar tríggjar heimadystirnar í 2022, fæst til keyps í Nethandlinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Talan er uttan iva um eina góða jólagávu til landsliðsfjepparan, skrivar fsf.fo.

Tveir heimadystir verða leiktir í fyrru hálvu av juni - ein síðst í september

Prísir - eftir hvar man velur at sita

Kategori 1: 600 kr. (bólkur 103-106)
Kategori 2: 450 kr. (bólkur 101-102,107-108)
Kategori 3: 300 kr. (bólkur 109-110, 112-113)
Skansin: 300 kr. (bólkur 111)

(Til ber ikki til at keypa til einstakar dystir enn)

Dystarskráin
Leygardagin 4. juni: Turkaland – Føroyar
Týsdagin 7. juni: Føroyar – Luksemborg
Leygardagin 11. juni: Føroyar – Litava
Týsdagin 14. juni: Luksemborg – Føroyar
Hósdagin 22. sept: Litava – Føroyar
Sunnudagin 25. sept: Føroyar – Turkaland

Heimadystirnir í feitum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder