Í gjár var lutakast um, hvussu spælast skal í næstu UEFA Nations League kapping. Har gjørdist greitt, at Føroyar, ið nú eru í deild C og ikki tí niðastu, komu í bólk C1 saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava.
Talan er um mótstøðulið, ið Føroyar hava fingið góð úrslit móti fyrr - tó er tað langt síðani - og Turkaland og Luksemborg eru í øllum førum vorðin væl sterkari, síðani føroyingar seinast spældu móti teimum. Tað er heldur serligt, at hetta eru júst somu mótstøðulið, ið liðformaðurin hjá føroyska landsliðnum ynskti áðrenn.
Les eisini:
Hallur vil møta Turkalandi, Luksemborg og Litava
Júst sum Hallur Hansson vónaði
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum boðaði fyri løtu síðani frá, at dystarskráin fyri kappingina nú er klár. Fýra dystir eru á skránni í juni mánað - tveir á Tórsvølli og tveir á útivølli - og teir verða spældir í einum tíðarbili á ellivu dagar. Tað eru bert umleið trý samdøgur ímillum dyst nummar eitt og tvey og trý og fýra og fýra millum dyst nummar tvey og trý. Tveir dystir verða spældir í september. Serstaka skráin hongur saman við, at HM-endaspæl veðrur í Katar í november og desember.
Føroyska A-landsliðið við monnum byrjar kappingina á útivølli leygardagin 4. juni móti Turkalandi, og endar á heimavølli sunnudagin 25. september, somuleiðis móti Turkalandi.
Skráin fyri Nations League 2022:
4. juni Turkaland – Føroyar
7. juni Føroyar – Luksemborg
11. juni Føroyar – Litava
14. juni Luksemborg – Føroyar
22. sept. Litava – Føroyar
25. sept. Føroyar – Turkaland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald