Leygardagin 2. november klokkan 19:00 verður Tórsvøllur karmur um finaluna um Løgmanssteypið. Liðini, ið bresta saman í ár, eru høvuðsstaðarfeløgini, B36 og HB.
Sum FSF mnnir á, so hittust hesi bæði liðini í finaluni í 2018.
- Tað var minniligi dysturin, tá B36, við níggju monnum megnaði at javna til 2-2. Síðani vann árstalsfelagið Løgmanssteypið eftir brotssparkskapping.
Spentir B36-fjepparar til steypafinalu í 2021, tá evropeiska plássið varð tryggjað (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nú stendur slagið um Havnina. Løgmanssteypið gevur í sær sjálvum heiður, og at enda árið so mikið væl er týdningarmikið.
Í hesum førinum er ein upphædd á umleið fýra milliónir (brutto) uppá spæl. Hetta tí at føroyski steypavinnarn, eins og í ár, byrjar í 2. umfari í Conference League heldur enn í 1. umfari.
Fyri B36 er hetta seinasti møguleiki at røkka Evropa. Liðið endar á 5. plássi í Betrideildini.
Fjepparar hava vør sítt øki
Atgongumerkjasølan til steypafinaluna 2024 er byrjað, og fer fram í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.
Hesum boðar Fótbóltssambandið frá.
- Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn, 14 ár og yngri. Tó skal viðmerkjast, at hóast atgongumerki til børn er ókeypis, skulu hesi skrásetast í nethandilinum, og vísast við dyrnar.
Mynd: fsf.fo
Onnur langsíðan er býtt upp í tveir bólkar, har feløgini hava fýra hvør. 101-104 er HB, og 105-108: B36 - júst sum tað var í 2018.
Bólkarnir 114 til 116 eru settir av til uttanveltaðar áskoðarar.
Ein bólkur av HB-fjepparum hevur longu lýst við upphiting í Bowlinghøllini á Hálsi, og ætlanin er at gera heilt nógv burturúr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald