Fokus er í hesum døgum á harða og spennandi oddastríðið í Betrideildini; í kvøld er t.d. oddabrak við Djúpumýrar í Klaksvík millum KÍ og B36.
Fyrst í september spælir A-landsliðið hjá monnum móti Svøríki og Spania, men seinni í september er Tórsvøllur karmur um steypafinalurnar.
Finalan um Løgmanssteypið verður í ár leygardagin 21. september millum HB og Víking. Hesi liðini hittust seinast í finaluni í 2014.
(Til steypafinaluna í fjør - Mynd: Sverri Egholm)
Frá klokkan 10.00 í morgun er møguleiki at keypa atgongumerki til finaluna, ið er sera spennandi á pappírinum. Í fjør, tá HB og B36 hittust, var útselt. Eins og tá eru 3.500 pláss tøk á Tórsvølli, ið framvegis er undir umbygging.
FSF upplýsir, at feløgini hava fýra sektiínir á langsiðuni hvør. Hetta hevur seinastu árini verið við til at fáa ein sera góðan stemning á tjóðarleikvøllinum til ársins størsta einstaka dyst. Áskoðarnir, ið ikki hava tilknýti til annað felagið, eru ætlaðir at sita, har sum FSF-húsið er; har Skansin heldur til til landsdystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald