Fótbóltur

Atgongumerkjasølan til Føroyar - Moldova byrjað

Hesa ferð eru serstøk atgongumerki til børn við øðrum prísi. Til ber eisini at keypa atgongumerki til A-landsdystin í Póllandi, umframt U21-dystin í Klaksvík móti Kroatia.

A-landsliðið hjá monnum verður úttikið mánadagin og skal í vikuni eftir tað spæla tveir EM-undankappingardystir (Mynd: Sverri Egholm)

A-landsliðið hjá monnum verður úttikið mánadagin og skal í vikuni eftir tað spæla tveir EM-undankappingardystir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-22 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

A-landsliðið hjá monnum hevur tveir dystir í EM-undankappingini á skránni í september mánað.

Fyrri dysturin verður hósdagin 7. september, tá Føroyar og Pólland spæla á PGE Narodowy leikvøllinum í pólska høvuðsstaðnum, Warszawa. Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 10. september klokkan 17:00, spælir føroyska liðið á heimavølli móti Moldova.

Atgongumerkjasølan til hesar er byrjað og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Í samband við seinna dystin boðar FSF frá, at umframt vanligu atgongumerkini verður eisini møguleiki at keypa atgongumerki til børn hesaferð. Kostnaðurin fyri barnaatgongumerki er 50 krónur - hetta er bíligari enn tey "vanligu" eru - og verða tey seld í bólkunum 107 og 108, og í bólkunum 114 og 115.

Til seinasta heimadyst - móti Albania 20. juni - var ikki meira enn hálvfult. 2.500 áskoðarar vóru til 1-3 tapið á Tórsvølli. Føroyar hava eitt stig fyri fýra dystir í bólkinum. Stigið hjá Håkani Ericson og hansara monnum kom í fyrsta dystinum, á útivølli móti Moldova sum vitjar 10. september.

Úttøkan verður mánadagin 28. august.

Sølan av atgongumerkjum til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia, sum verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 12. september klokkan 18:00, er eisini latin upp, skrivar fsf.fo. [object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder