Leygardagin 4. desember klokkan 16:00 verður finalan um Løgmanssteypið 2021 bríkslað í gongd á Tórsvølli. Liðini í finaluni í ár eru NSÍ og B36, sum spældu seg í hana við sigrinum í gjárkvøldið.
Les eisini: Løgmanssteypið og evropeiskt pláss verður uppá spæl á Tórsvølli
Atgongumerkjasølan til dystin er byrjað í Nethandlinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Sum vanligt til steypafinalur hevur FSF býtt Tórsvøll í trý øki, hvat áskoðarum viðvíkur:
Bólkur 101-104: NSÍ
Bólkur 105-108: B36
Bólkur 109-113: Aðrir áskoðarar
Harvið skulu áskoðarar keypa atgongumerki eftir hesum, og allir skulu vísa gyldugt koronapass við inngongdina til finaluna um Løgmanssteypið og vísa onnur atlit í mun til Covid-19. Meira um hetta kann lesast á fsf.fo.
Tey, ið hildu við heimaliðnum, kundu í gjárkvøldið fegnast við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald