Tilsamans 423 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at Ársins Mál 2019, skorað í Betri Deildini hjá monnum, skal kjósast.
Átta mál eru tilnevnd, og nú er so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør gjørdi besta málið.
Atkvøðugreiðslan byrjaði í gjárkvøldið, og klokkan 16 í dag lá málið hjá Jóannes Bjartalíð ímóti ÍF nummar eitt við 44 prosentum av atkvøðunum.
Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ”Serfrøðingunum”, tað eru umboð fyri fjølmiðlarnar og landsliðsvenjarar, telja hini 50 prosentini.
Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her
Vinnarin verður kunngjørdur við ársenda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald