Annað

Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya

Svimjisambandið fegnast um longdu avtaluna.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2018-10-08 20:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í dag stuðulsavtaluna sínámillum, tá ið Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic, og SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust til eitt prát, ráðlegging og undirskriving av nýggja sáttmálanum.

Rókur í Jákupsstovu skrivar á svimjing.com, at tey í SSF sjálvsagt fegnast um longda sáttmálan við Atlantic Airways, ið hevur stuðlað sambandinum snøgt sagt so leingi sum tey minnast, við fíggjarligum stuðli men eisini við hjálp og góðum ráðum, nú tey hesi árini hava ferðast til flest allar partar av heiminum.

Hesa komandi tíðina er nógv spennandi á skrá, eisini í samstarvinum við Atlantic Airways, umfatandi millum annað altjóða stevnur í Føroyum, og hvussu SSF sýnist úteftir. Til dømis hýsir svimjisambandið Norðurlendsku Meistarastevnuna 2019, har Atlantic óivað verður týðandi partur av fyriskipanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder