
Tað er ikki ofta, at Atletico Madrid og Real Madrid spæla venjingardyst. Men í nátt hittust lokalrivalarnir í USA, og har komu tíggju mál burturtúr.
Tað var Diego Costa, sum í fyrsta minutti sló til. Tá hálvleikur var, hevði áleyparin skotið hattrick, og støðan var 5-0. Costa skoraði til 6-0, eftir enn eitt upplegg frá Joao Felix, stutt áðrenn Real minkaði, og løtu aftaná hetta var stórt rok, har Costa og innskifti Dani Carvajal báðir fingu beinleiðis reytt kort. Atletico skoraði til 7-1, áðrenn tað varð pyntað um úrslitið tvær ferðir stutt fyri leiklok.
Dysturin var partur av International Champions Cup, har lið sum Juventus, Milan-feløgini og Manchester United eisini eru við í. Nakrir av dystunum verða leiktir í Asia. Real Madrid hevur higartil ikki vunnið; frammanundan er tað endað við javnleiki ímóti Arsenal og ósigri ímóti Bayern. Í nátt vóru bæði liðini í at kalla sterkastu uppstilling.
Atletico Madrid - Real Madrid 7-3
1-0 Diego Costa
2-0 Joao Felix
3-0 Angel Correa
4-0 Diego Costa
5-0 Diego Costa (br.)
6-0 Diego Costa
6-1 Nacho
7-1 Vitolo
7-2 Karim Benzema (br.)
7-3 Javier Sanchez
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald