Tað er nóg mikið at tosa um, í mun til spennandi landskappingina, evropeisku luttøkuna hjá føroysku liðunum sum júst er av, og landsliðsvirksemi ið nærkast.
Tískil er gott, at Atli Gregersen og Jákup Ósa vera til reiðar við FM1-mikrofonirnar í kvøld, tá Fótbóltsskýlið er á skránni.
FM1 sendir beinleiðis úr Sarpugerði við Rúna á Reynatrøð sum verti og hjálparvenjaranum á A-landsliðnum og fotbóltstíðindamanninum sum gestum.
Hetta verður umleið klokkan 17.15 - beint eftir tíðindini á FM1.
Eftir sendingina verður sett upp á "svalan" í Sarpugerði, har Brynjar Jacobsen Poulsen og Finnur Justinussen vera til reiðar at siga frá Víkingi - HB, sum byrjar klokkan 18.30.
Talan er um dyst, sum kann fáa ógvuliga stóran týdning í evropeiska stríðnum, har so tætt er millum liðini. Alt bendir á, at hetta verður seinasti dystur hjá Aroni Benjaminsen fyri Víking.
Sí eisini: Vænta Aron Benjaminsen fer fyri slakar 900.000 krónur - pappírarbeiði og annað eftir
Sí yvirlit yvir fótbóltsskránna niðanfyri - til ber eisini at fylgja við øllum dystunum ovast á Portalinum
-------------------------------------
21. umfar í Meistaradeildini - umframt "uppflytingardystur í 1. deild"
Fríggjadagin 28. august
18.30: Vikingur - HB (FM1)
Byrjað verður við Fótbóltsskýlinum úr Sarpugerði við Rúna á Reynatrøð áðrenn - klokkan 17.15.
Leygardagin 29. august
12.00: B71 - B36 II
Les eisini: Eftir 15-ára bíðitíð: B71 kann flyta upp leygardagin
Sunnudagin 30. august
15.00: B36 - B68
15.00: NSÍ - AB (FM1)
17.15: Skála - 07 Vestur (FM1)
Eftir dystirnar taka Trygvi Absalonsen og onnur samanum umfari í sendingini 3. Hálvleikur, sum byrjar klokkan 19.30
Mánadagin 31. august
18.30: KÍ - EB/Streymur (FM1)
Stigatalvan:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald