Fótbóltur

Atli Gregersen spælir sín seinasta heimadyst seinnapartin

Ein av teimum stóru takkar fyri seg sum spælari á hægsta stigi í Føroyum við steypafinaluni fríggjakvøldið. Í dag verður Víkinga-liðformaðurin heiðraður í samband við sín landskappingardyst nummar 478 - tann seinasta.

Í fjør lyfti braneggjaði gøtumaðurin við stóra fótbóltsheilanum FM-steypið fyri triðju ferð, og gjørdist tá 42-ára gamli gøtumaðurin ársins spælari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í fjør lyfti braneggjaði gøtumaðurin við stóra fótbóltsheilanum FM-steypið fyri triðju ferð, og gjørdist tá 42-ára gamli gøtumaðurin ársins spælari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-10-25 12:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein ímynd í føroyskum fótbólti. Ein stinnur verjuspælari við stórum fótbóltsheila og evnum at standa rætt, flyta bóltin rætt og sanniliga at vera ein leiðari - hansara týdningur fyri Víking kann ikki undirmetast.

Braneggjaði gøtumaðurin vaks partvíst upp í Havn og partvíst í Danmark men fann sítt fótbóltsheim í Sarpugerði. Tað er har, at Atli Gregersen í dag spælir sín seinasta landskappingardyst - nummar 478 í røðini sambært FaroeSoccer. Atli hevur spælt allar fyri GÍ/Víking.

[object Object]
Atli Gregersen fegnast um týðandi mál móti HB í fjør - verjuspælarin vann FM nummar trý og gjørdist ársins spælari (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er bert Fróði Benjaminsen, sum hevur spælt fleiri landskappingardystir (503)

Núverandi Víkinga-liðformaðurin og fyrrverandi liðformaðurin á A-landsliðnum hevur seinasta árið verið hjálparvenjari á A-landsliðnum. Atli Gregersen, Eyðun Klaksten og hinir hava vunnið fleiri kappingardystir, enn teir hava tapt, og tað verður á venjarasíðuni, at nú 43-ára gamli maðurin verður at síggja framyvir. Og har fara hansara dygdir, "drive" og eldhugi framvegis at vera føroyskum fótbólti til gagns.

Tað eru stór sannlíkindi fyri, at teir í verandi venjaratoyminum á landsliðnum fáa nýggjar sáttmálar. Ein av treytunum fyri at Atli Gregersen kundi taka við sum hjálparvenjari á landsliðnum var, at hann skuldi gevast at spæla sjálvur á hægsta stigi: Fyrst skuldi tað vera "her og nú", síðani varð løgna millumloysnin, sum æt seinast 31. august, funnin, áðrenn freistin var flutt til kappingarlok.

[object Object]
Spælarin Atli Gregersen verður skjótt søga - venjarin Atli Gregersen hevur verið við at fingið stór úrslit sum hjálparvenjari á fyrst U21-landsliðnum og síðani á A-landsliðnum. Her síggjast hann og Eyðun Klakstein til venjing dagin fyri flotta og søguliga sigurin á Kekkia fyri tveimum vikum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta kemur innan hesa vikuna. Stutt fyri klokkan 14.30 leiðir Atli Gregersen hinar víkingarnar inn á vøllin í Sarpugerði, sum hann hevur gjørt so ofta seinastu mongu árini. Dysturin móti HB verður tann seinasti í Sarpugerði á hægsta stigi - og tann síðsti landskappingardysturin í einari ógvuliga flottari føroyskari yrkisleið hjá nummar 4.

Seinastu árini hevur hann spælt eitt methøgt tal av dystum saman við soninum, Árna Nóa Atlason, sum nú er farin til norskan fótbólt at royna seg. Tað er heldur eingin ivi um, at Atli Gregersen hevur havt nógv at siga fyri serliga ungu viðleikararnar og tey í Víkingi.

[object Object]
Atli Gregersen og Árni Nóa Atlason eftir ein sigur í Sarpugerði í fjør. Feðgarnir spældu fyrstu ferð saman á besta liðnum á heysti 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør lyfti hann FM-steypið fyri triðju ferð, og gjørdist tá 42-ára gamli gøtumaðurin ársins spælari: Ein verulig viðurkenning av einum óvanliga flottum kappingarári í hasum aldrinum - og hjá honum og Víkingi.

Atli Gregersen og Víkingur hava annars av álvara gjørt vart við seg í steypakappingini síðani stovnanina í 2008: Seks steypagull og níggju finalur. Og meðan dysturin móti HB í dag einki hevur at siga ítøkiliga fyri Víking - evropeiskt pláss er tryggjað - so skal liðformaðurin í ljósabláum royna at enda tíðina sum spælari á hægsta stigi við enn einum steypagulli fríggjakvøldð 31. oktober á Tórsvølli.

[object Object]
Atli Gregersen hevði leikbann til sjálva finaluna móti KÍ í 2022. Her lyftir hann steypið fyri sættu ferð - fríggjakvøldið bíðar KÍ í finaluni (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur hevur á Facebook-síðu sínari eisini markað, at talan verður um seinasta heimadystin hjá liðformanninum og legenduni

Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 25. oktober

07 Vestur – EB/Streymur (FM1) 
B36 – FC Suðuroy (FM1) 
NSÍ – KÍ (FM1) 
Víkingur – HB
TB – B68 

Allir dystirnir byrja klokkan 14.30. Til ber at lurta frá klokkan 14.20 á FM1 og fylgja gongdini - eisini er livescore ovast á Portalinum

Støðan undan seinastu dystunum: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder