Hondbóltur

Áttamálstap hjá neistakvinnum

Neistin tapti eisini seinna dystin í Lissabon í Europa Cup.

(Mynd: Sport Lisboa e Benfica)

(Mynd: Sport Lisboa e Benfica)

2023-11-12 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í dag tapti Neistin móti portugisisku Sport Lisboa e Benfica í triðja umfari í Europa Cup.

Báðir dystirnir eru leiktir í Lissabon, og fyrri dysturin móti Benfica varð leiktur í gjár, og tá tapti Neistin við sjey málum, 34-27.

[object Object](Mynd: Sport Lisboa e Benfica)

Í dag var aftur stórur munur, og neistakvinnur taptu við átta málum, 33-25. Støðan í hálvleikinum var 18-11 til portugisiska liðið.

Toppskjútti gjørdist Anna Sigrunardóttir Mikkelsen við sjey málum.

Samanlagt vann Benfica 67-52.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder