Københavns Borgerrepræsentation hevur fingið góðkenning frá UEFA um, at endaliga avgerðin hjá Keypmannahavn, viðvíkjandi EM-endaspælinum komandi ár, kann verða tikin 14. mai.
Hetta skrivar TV2 Lorry.
EM skuldi upprunaliga verða í juni-juli í ár, men varð 17. mars útsett til 2021 orsakað av koronastøðuni.
Í sambandi við at tað í ár eru 60 ár síðani fyrsta EM-endaspælið, hevði UEFA valt 12 vertsbýir skuldu verða kring Evropa. Fýra dystir skulu eftir ætlan leikast í Parkini á Eysturbrúgv: Teir tríggir dystirnir hjá dønum í bólkaspælinum, umframt ein áttandapartsfinala, skulu leikast í Keypmannahavn - allir í juni.
Hetta er eftir øllum at døma framvegis ætlanin hjá UEFA, og Dansk Boldspil Union er eisini til reiðar. Formaðurin í DBU, Jesper Møller, segði tó í seinastu viku at tað var 50-50. Hann vildi ikki koma nærri inn á orsøkirnar, uttan at tað snúði seg millum annað um nakrar samstarvs- og lýsingaravtalur.
Tour de France órógvar EM
EM-dystir í Danmark er sera stórt fyri danir - men tað eru Tour de France-teinar sanniliga eisini. Ætlanin er, at í 2021 skal ein partur av kendastu súkklikapping í heiminum fara fram í Danmark, og enntá at útgávan komandi ár byrjar í Kyepmannahavn 2. juli. 3. juli skal koyrast frá Roskilde til Nyborg, og dagin eftir frá Vejle til Sønderborg, har leiðin síðani gongur suður um markið.
Tað er sostatt bert tann eini dagurin í Keypmannahavn, har EM-dystirnir skulu spælast, og tað er tíð ímillum. Tó eru trupulleikar við hesum viðvíkjandi. At tað er so stutt ímillum í sama býi hevur gjørt, at har ósemja um lýsingarviðurskifti millum UEFA og ASO, og talan er um eina heldur trupla tilgongd, ið allir partar tó royna at fáa loyst:
- Í Keypmannahavn stríðast vit fyri at tryggja, at okkara býur kann vera vertur fyri bæði EM og Tour de France. Vit vilja stríðast fyri at skapa eitt summar, som vit ongantíð gloyma i 2021.
Hetta skrivar Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, á Twitter.
Fundir verða um evni í komandi viku, og 14. mai tekur Københavns Borgerrepræsentation endaliga avgerð um støðuna.
Micheal Laudrup segði fyrr í vikuni við TV2, at hann ikki skilur, hví tað er neyðugt at velja millum stóru tiltøkini, og at tað hevði verið ein feilur at latið hendan stóra møguleikan fara framvið. Fyrrverandi stórleikarin og núverandi viðmerkjarin sigur, at leikarar droyma um slíkar møguleikar, og hetta er ein, sum helst ongantíð kemur aftur fyri Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald