Mitt í einari ógvuliga spennandi landskapping, skulu liðini, sum skulu spæla finalu í kappingini um Løgmanssteypið í september, finnast.
Fyrru hálvfinalurnar vórðu spældar mitt í mai. KÍ og NSÍ stóðu fyri frálíkum undirhaldi í Klaksvík, har serliga heimaliðið spruttaði og vann 4-2. HB vann uppiborið 2-1 á Víkingi og harvið hava bæði útiliðini í seinnu dystunum fyrimunin.
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í morgin, mikudagin 24. juni
18.30: NSÍ - KÍ (2-4)
Hósdagin 25. juni
18.30: HB - Víkingur (2-1)
Útivallarmálini telja ikki longur
KÍ og Víkingur vóru í steypafinaluni í fjør. Har vann KÍ og gjørdist harvið greipuvinnari.
FM1 sigur frá báðum hálvfinalunum hesa vikuna og til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald