Manslandsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan venjingardystinum móti San Marino. Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Atla Gregersen.
Í morgin, leygardagin klokkan 14 fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin til ársins fyrsta landsdyst, tá San Marino tekur ímóti í venjingardysti á San Marino Stadion.
Føroyski hópurin kom til San Marino seinnapartin mikudagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni. Veðrið hevur argað eitt sindur, men annars hava fyrireikingarnar gingið væl.
Fríggjadagin varð vant á leikvøllinum, har dysturin verður spældur, og áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Atla Gregersen, ið millum annað sigur, at í einum sovorðnum dysti er tað fyrst og fremst avrikið, sum er avgerandi, men tað skal eingin ivi vera um, at Føroyar fara eftir sigrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald