Fótbóltur

Avsmurdar í Montenegro

Tá dómarin floytaði av, stóð 9-0 á máltalvuni.

2023-12-01 17:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur gingið á einari leið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Nations League-kappingini, sum fór í gongd í september. Men í dag á útivølli móti Montenegro riggaði einki - als einki - og tað endaði við avsmurningi 9-0.

Liðini møttust á Tórsvølli í fyrsta umfari í hesari kappingini, og tá vann Montenegro tepurt 1-0.

Men í dag gekk alt galið, sum kundi ganga galið.

Úrslitið av UEFA Nations League dystinum gjørdist heili 9-0 til heimaliðið, sum var á odda við trimum í steðginum.

Longu aftaná níggju minuttir vóru teir hjá Montenegro á odda 2-0, og brekkan gjørdist bara brættari og brættari, so hvørt sum dysturin leið.

Hjá okkara kvinnum var lítið og einki, ið riggaði, meðan tað til tíðir var leikandi lætt hjá vertunum at skora mál, og tá dómarin floytaði av, stóð 9-0 á máltalvuni.

Næsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hesum umfarinum, sum eisini er tann síðsti í hesari kappingini, verður týsdagin 5. desember, tá Aserbadjan tekur ímóti á Dalga Arena í Baku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder