Luttakari nummar 31 í HM-endaspælinum 2022 varð funnin seint í gjárkvøldið á Ahmad bin Ali leikvøllinum í Al Rayyan, Katar. Har brustu Avstralia og Peru, ið høvdu vunnið sær rættin til avgerandi play-off dyst, saman.
Tað kom einki mál í vanligari ella longdari leiktíð, og harvið varð neyðugt við brotssparkskapping.
Har brendi Avstralia sítt fyrsta brotsspark, men Peru brendi eisini eitt, og eftir fimm skot hvør var støðan 4-4. Síðani skoraði Awer Mabil, ið hevur røtur úr Kenya, og hann gjørdist dystaravgerandi saman við innskifta málverjanum Andrew Redmayne, ið dansaði á strikuni áðrenn hann bjargaði og harvið sendi Avstralia til HM-endaspælið.
Hæddarpunktini síggjast her niðanfyri
Talan verður um fimta HM-endaspælið á rað hjá "Socceroos". Bert einaferð er liðið frá "Down Under" komið víðari í bólkaspælinum. Tað er lítið sannlíkt, at tað fer at eydnast hesuferð, tí hini liðini í bólki C í Katar vera Danmark, Frakland og Tunesia. Men eftir dystin í gjár kunnu tey fótbóltsáhugaði og onnur í Avstralia í øllum førum stórfegnast.
Seinasti luttakarin, nummar 32, í HM-endaspælinum í Katar verður funnin í Al Rayyan í kvøld. Eins og í gjár er tað ein altavgerandi dystur um HM-pláss, tá Kosta Rika og Ný Sæland hittast.
Fótbóltur
Avstralia hevur spælt seg til eitt HM-endaspæl fyri fimtu ferð á rað
Avstralia sendi í gjár Peru út eftir brotssparkskapping í avgerandi Play-off dystinum, ið var í Katar. Liðið verður í bólki við Danmark, Fraklandi og Tunesia í endaspælinum í vetur. Seinasti HM-luttakarin verður funnin í kvøld.
2022-06-14 17:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald