Fótbóltur

B36 bjargaði sær javnleik í spennandi grannauppgerð

B36 og KÍ eru nú jøvn í stigum, men KÍ er í løtuni oddalið orsakað av málúrtøku - Víkingur vann við Løkin og trýstir harvið NSÍ um í stríðnum um evropeiskt pláss.

B36-legan kundi fegnast, tá samanum kom (Mynd: Bjarni Enghamar/B36)

B36-legan kundi fegnast, tá samanum kom (Mynd: Bjarni Enghamar/B36)

2019-09-29 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar hevur verið í Betrideildini seinnapartin. Talan var um 24. og fjórðseinasta umfar. Úrslitini gera ikki spenningin um ovastu plássini minnii

Talan gjørdist um sera spenanndi grannauppgerð í Gundadali, ið fekk ein dramtiskan enda. HB legði seg tvær ferðir á odda, men við sínum øðrum málið javnaði Benjamin Heinsen í yvirtíðini. Talan var um gott hornaspark úr vinstru, ið Alex Mellemgaard, ið gjørdi sjálvmál í 1. hálvleiki, fekk høvdið á og Benjamin prikaði bóltin tað seinasta inn. Hetta kom eftir at B36 hevði trýst og havt nakrar góðar møguleikar, men Teitur Gestsson hevði tvær sera góðar bjargingar. Annars hevði tað ikki verið at sæð, at HB á pappírinum einki hevði at spæla fyri. 

KÍ gjørdi sína skyldu móti ÍF. Klaksvíkingar komu tíðliga á odda, men ÍF stríddist væl, og tað var ikki fyrrenn seinastu minuttirnar, at KÍ lukkaði dystin. Nú eru teir bláu og hvítu á 1. plássinum, men liðið hevur tríggar sera torførar dystir eftir. 

FM-dreymurin hjá NSÍ er nú farin. Harafturat eru liðið nakað trýst í mun til evropeiskt pláss, tí Víkingur vann 2-0 við Løkin í dag við einum málið næstan beinanvegin og eitt seint í dystinum. Teir ljósabláu hava reist seg sera væl eftir tapið í steypafinaluna.

EB/Streymur vann triðja dystin á rað, og Skála kom aftur á sigurskós. Bæði liðini vunnu á útivølli.

Betrideildin, 24. umfar
29. september

TB - EB/Streymur 1-2 (1-1)
6' Rógvi Joensen 1-0
24' Ragnar Samuelsen 1-1
79' Arnbjørn T. Hansen 1-2

B36 - HB 2-2 (0-1)
Sjálvmál
51' Benjamin Heinesen 1-1
54' Brynjar Hlöðversson 1-2
90' Benjamin Heinesen 2-2

NSÍ - Víkingur 0-2 (0-1)
2' Andreas Lava Olsen 0-1
83' Filip Djordjevic 0-2

KÍ - ÍF 3-0 (1-0)
7' Torbjørn Grytten 1-0
84' Jóannes Bjartalíð 2-0
87' Patrik Johannesen 3-0

AB - Skála 0-2 (0-2)
15' Jákup Johansen 0-1
25' Haraldur Reinert Høgaard 0-2

Støðan í Betri deildini eftir 24. umfar
1. KÍ (57 stig) 
2. B36 (57 stig) 
3. NSÍ (51 stig) 
4. Víkingur (48 stig) 
5. HB (45 stig) 
6. Skála (28 stig) 
7. TB (19 stig) 
8. EB/Streymur (18 stig)
9. AB (15 stig) 
10. ÍF (6 stig) 

25. umfar (komandi leygardag): 

25
05-10-2019
 
-
 
25
05-10-2019
 
-
 
25
05-10-2019
 
-
 
25
05-10-2019
 
-
 
25
05-10-2019
 
-

(FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder