Fótbóltur

B36 er á 2. plássi eftir fyrsta triðing

Hetta sló liðið hjá Dan Brimsvík rimmarfast við 5-1 sigri á ÍF í kvøld, har Valerijs Sabala skoraði tvey mál. TB fekk kærkomið stig á Toftum.

Isak Jönsson (mitt fyri) skoraði fyrsta málið í stórsigrinum hjá B36. B68 megnaði ikki at basa TB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Isak Jönsson (mitt fyri) skoraði fyrsta málið í stórsigrinum hjá B36. B68 megnaði ikki at basa TB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-14 21:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 9. umfari í Betrideildini eru spældir í dag. Tveir byrjaðu klokkan 15. Stórdysturin í Gundadali endaði við smølum útisigri til KÍ, og dysturin í Hólmanum endaði við stórum sigri til útiliðið, 07 Vestur.

Les eisini: KÍ legði sjógv millum seg og HB

Tveir dystir byrjaðu seinni. Á Toftum vitjaði TB, og heimaliðið megnaði ikki at liva upp til favorittleiklutin móti uppflytarunum. Jørgen Nielsen legði annars B68 á odda tíðliga við góðum stútara eftir frísparksinnlegg, og heimaliðið hevði eisini nógvar aðrar møguleikar í dystinum - millum annað brendi B68 brotsspark, tá Sebastian Lau Nielsen var heldur smartur. Samudeen Musah javnaði eftir ein hálvan tíma; bæði liðini høvdu møguleikar at avgera móti endanum.

TB fekk eitt stig við suður. Hetta var tað aðru ferð í ár, at aldursforsetanum spældi javnt á útivølli, og aðru ferð at TB fekk stig undir Tummas Erlingi Djurhuus sum høvuðsvenjara. Fyrru ferð var á Argjum 30. apríl. TB hevur fingið stig í beint undir helminginum av sínum dystum í Betrideildini.

[object Object]
Bjarki Nielsen og Hannes Agnarsson løgdu báðir upp til mál móti B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 lat ongan iva verða um, at man fór at basa uppflytara á heimavølli. Í Fuglafirði kann man í stóran mun vera væl nøgdir við fyrsta triðingin, men nú tapti ÍF stórt. B36 vísti seg væl fram og vann annað umfari á rað við fýra málum.

Tað var 3-1, tá beint undir tjúgu minuttir vóru eftir. Tá fekk Hans Jákup Lervig sítt seinna gula kort, og heimaliðið gagnnýtti yvirtalið við at fáa tvey mál afturat. Fyri B36 var tað millum annað jaligt, at lettiski áleyparin Valerijs Sabala skoraði tvey mál - síni fyrstu fyri felagið - og at Michal Przybylski heldur fram at skora mál. B36 hevur vunnið á øllum liðunum uttan HB og KÍ í fyrsta triðinginum og er seks stig frá 1. plássinum.

Í morgin spæla Víkingur og AB síðsta dystin í umfarinum og í triðinginum.

Úrslitini í 9. umfari í Betrideildini 

B36 - ÍF 5-1 
3' Isak Jönsson (Taufee Skandari) 1-0
21' Taufee Skandari (Hannes Agnarsson) 2-0
53' Valerijs Sabala (Bjarki Nielsen) 3-0
62' Jhon Mena Perez (Hans Jákup Lervig) 3-1
72' Michal Przybylski (Bjarki Nielsen) 4-1
82' Valerijs Sabala (Andrass Johansen) 5-1

*Reytt kort: Hans Jákup Lervig (70')

B68 - TB 1-1 (1-1)
13' Jørgen Nielsen (Alex Mellemgaard) 1-0
31' Samudeen Musah (Jens Erik Bruhn) 1-1

HB - KÍ 0-1 (0-0)
71' Páll Andrasson Klettskarð (Luc Kassi) 0-1

EB/Streymur - 07 Vestur 0-5 (0-1)
17' Daniel Obbekjær (Rasmus Knudsen) 0-1
50' Janus Svabo Samuelsen (Jóhann Hansson Joensen) 0-2
61' Jasper Van Der Heyden (Uros Stojanov) 0-3
65' Uros Stojanov (Jóhann Hansson Joensen) 0-4
75' Mathias Voss (Magnus Holm Jacobsen) 0-5

Í morgin, mánadagin 15.05
19.00: Víkingur - AB

Støðan í Betrideildini eftir 9 umfør

1. KÍ 27 stig
2. B36 21 stig
3. HB 20 stig
4. Víkingur 14 stig*
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. ÍF 9 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig*

*Ein dyst færri

Rættað: 00.47

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder