placeholder
Fótbóltur

B36 er steypavinnari

B36 vann brotssparkskappingina. Hervið fer liðið at lyfta steypið um eina løtu, og í 2022 er evropeiskur fótbóltur á skránni hjá liðnum - Mathias Trane skoraði avgerandi brotssparki.

2021-12-04 18:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1,8 milliónir. So stórt var virði á brotssparkinun hjá danska miðvallaranum hjá B36.  Mathias Trane var tryggur, tá hann skeyt brotsspark nummar fimm hjá B36 og so stórfegnaðust leikarar, venjarar og fjepparar hjá høvuðsstaðarfelagnum. 

Hetta er fyrstu ferð síðani 2018, tá eisini var neyðugt við brotssparkskapping fyri at avgerða finaluna, at B36 vinnur kappingina um Løgmanssteypið. 

Eftir eitt ógvuliga langt ár og 120 harðar minuttir móti NSÍ er eisini greitt, at liðið hjá Dan Brimsvík skal spæla evropeiskan fótbólt næsta ár. Hetta hevur virðið á í minsta lagi 1,8 milliónir krónur.

B36 spældi ikki evropeiskan fótbólt í summar. Tað gjørdi NSÍ, eins og vanligt hevur verið seinastu 15 árini. Liðið hjá Bill McLeod Jacobsen vann eisini finaluna um fjórða plássið á júst B36, men í kvøld vóru tað teir hvítkløddu, ið drógu longra stráðið.

Finalan um Løgmanssteypið 2021
Tórsvøllur, 4. desember
NSÍ - B36 1-1 eftir vanliga leiktíð
10' Aron Knudsen 1-0
30' Andrass Johansen 1-1

Brotssparkskapping: 
2-1 Klæmint Andrasson Olsen
2-2 Lukas Enevoldsen
3-2 Rógvi Egilstoft Nielsen
Tórður Thomsen bjargar roynd frá Alexi
Aron Knudsen skýtur uppum
3-3 Benjamin Heinesen
4-3 Betuel Hansen
4-4 Bjarni Petersen
Tróndur Jensen skýtur uppum
4-5 Mathias Trane


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder