Fótbóltur

B36 fær sína fyrstu forkvinnu

Marita Debess Magnussen er nýggj forkvinna í B36. Felagið hevði í kvøld aðalfund, har Jákup Mørk takkaði fyri seg sum formaður í árstalsfelagnum.

(Mynd: B36)

(Mynd: B36)

2023-02-22 22:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ovasta leiðslan í B36 eru nú kvinnur. Tað er greitt eftir aðalfund sum var í B36-húsinum í kvøld. Nýggja forkvinnan í B36 er Marita Debess Magnussen.

Nógv fólk vóru møtt til fundin, og B36 sigur, at tað møguliga er met uppmøting. 

Formaðurin, Jákup Mørk legði roknskapin fram og hann varð góðkendur. B36 kom út við einum lítlum yvirskoti í fjør.

Formaðurin, Jákup Mørk, kassameistarin, Símun Grønadal og nevndarlimurin, Høgni í Jákupsstovu ynsktu at takka fyri seg. Súsanna Maria Hansen stóð fyri vali, men tók við afturvali. Poul Rói Mohr, Sigurd Rasmussen og Marita Debess Magnussen bjóðaðu seg fram og vórðu einmælt vald av aðalfundinum. 

Nýggja nevndin skipaði seg, og greitt er, at nýggja forkvinnan er Marita Debess Magnussenn, og nýggja næstforkvinnan er Súsanna Maria Hansen.

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Marita Debess Magnussen, forkvinna
Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna
Dánjal Petersen, kassameistari
Sigurd Rasmussen, skrivari
Bogi Petursson Nielsen, nevndarlimur
Maj-Britt Hellisdal, nevndarlimur
Poul Rói Mohr, nevndarlimur
Jóhann í Króki, umboð fyri ungdómsnevndina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder