Fótbóltur

B36 flúgvandi frá byrjan

Uttan fleiri álopskendar spælarar skoraði B36 tríggjar ferðir í Sarpugerði. KÍ og HB vunnu greitt, og EB/Streymur sendi AB heim við ongum.

Taufee Skandari, onglendingurin ið hevur røtur úr Afganistan, hevur júst økt til 3-0. Hann og liðfelagirnir spældu klókt og effektivt í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

Taufee Skandari, onglendingurin ið hevur røtur úr Afganistan, hevur júst økt til 3-0. Hann og liðfelagirnir spældu klókt og effektivt í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-05 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Størsti spenningurin undan fyrsta umfarinum hevur helst verið um dystin í Sarpugerði. B36 vann seinast her í 2020 og hevur havt tað trupult í Norðragøtu gjøgnum fleiri ár. Í dag fingu Dan Brimsvík og hansara menn ein stóran sigur: Eitt er at basa Víkingi á útivølli; at so gera tað við at vinna 3-0 er flott.

B36 gjørdi hetta uttan Hannes Agnarsson, Michal Przybylski og Andrass Johansen, ið allir javnan standa fyri málstigum. Teir vóru skaddir, og nýggi áleyparin Valerijs Sabala hevur ikki fingið loyvini uppá pláss enn. Nýggu menninir Taufee Skandari og Aron Knudsen vóru tó á ymsan hátt eyðsýndir, og Bjarki Nielsen, ið heilt tíðliga kom inn fyri skadda Sìmun Sólheim, og Benjamin Heinesen, í nýggjum leikluti sum áleypari, hóttu eisini. Á miðvøllinum arbeiddu Eli Falkvard Nielsen og afturvendi Erlendur Magnussen gróthart, og verjuparturin var stinnur.

Taufee Skandari er komin úr Onglandi, og hann legði upp til fyrsta málið, sum kom eftir hálvan tíma, og skoraði álopskendi miðvallarin sjálvur til 3-0. Vinstri bakkurin Magnus Egilsson var komin framvið og skoraði til 2-0 tíðiliga í seinna hálvleiki eftir upplegg frá Aroni Knudsen. Øll trý málini komu eftir fløt innlegg/”cutback” og komu eftir skjótt og gott spæl, har víkingarnir tó ikki heilt vardu nóg væl fyri í brotsteignum.

B36-liðið var effektivt og gjørdi tað trupult hjá Víkingi at skapa málmøguleikar. Tað gjørdi vindurin eisini, men sum heild var Víkinga-avrikið ikki á einum støði sum seinastu árini. Sølvi Vatnhamar spældi, men hann og Geza Turi fingu lítið pláss á miðvøllinum. Saknur var í Bárði Hansen og skadda Ara Olsen - Mattias Lamhauge bjargaði brotssparki frá Atli Gregersen seint í dystinum.

[object Object]
Skandari legði upp til eitt og skoraði eitt 

[object Object]
Teir í hvítum stórfegnast...

[object Object]
Eins og trúføstu áskoðararnir, ið vóru komnir við norð (Myndir: Sverri Egholm)

Hini heimaliðini vunnu

Tað kom sum ein skelkur í HB-húsinum, tá B68 tíðliga í dystinum legði seg á odda. Teir í reyðum og svørtum reistist tó skjótt, og teir tríggir nýggju daninir – ungu Mattias Præst Nielsen og Mads Borchers og afturvendi Mikkel Dahl – skoraðu allir fyri steðgin. Tað var eisini jaligt fyri HB, at innskifti áleyparin Jákup Thomsen fekk mál í seinna hálvleiki.

[object Object]
B68 byrjaði væl, men heimaliðið vísti styrki í álopskenda spælinum, og Mads Borchers var eyðsýndur við millum annað máli og uppleggi (Mynd: Sverri Egholm)

Í Klaksvík var eingin ivi. Heimaliðið skoraðu sjey ferðir, harav Páll Klettskarð skoraði fýra ferðir. Harvið hevur áleyparin nú skorað 170 ferðir í Betrideildini og skorað níggju mál í sínum tveimum seinastu dystum í kappingini. Tað størsta minusið hjá meistarunum, og hinvegin tað jaliga hjá uppflytarunum, var, at John Villi Leo fekk minkað um munin til 7-1 seint í dystinum. Styrkismunurin millum tvífaldu føroyameistarunum við mongu metunum og uppflytarunum var greiður.

EB/Streymur kom við einum slagi av staðfesting, tá AB vitjaði í Hólmanum, har vindurin darvaði. Gutti Dahl-Olsen legði heimaliðið á odda við flottum frísparki, og stutt fyri steðgin økti brogarstjórin í bygdini, ið tó er í barnsburðarfarloyvi nú. Ein góð byrjan hjá Sigfríði Clementsen og hansara monnum.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Í dag, Sunnudagin 05.03

Víkingur - B36 0-3 (0-1)
30' Bjarki Nielsen 0-1
48' Magnus Egilsson 0-2
72' Taufee Skandari 0-3

HB - B68 4-1 (3-1)
16' Sebastian Lau Nielsen 0-1
22' Mattias Præst Nielsen 1-1
27' Mikkel Dahl 2-1
40' Mads Borchers 3-1
81' Jákup Thomesen 4-1

KÍ - TB 7-1 (3-0)
25' Páll Klettskarð 1-0
31' Luc Kassi 2-0
40' René Shaki Joensen 3-0
59' Páll Klettskarð 4-0
64' Páll Klettskarð 5-0
66' Sjálvmál 6-0
76' Páll Klettskarð 7-0
85' John Villi Wøldike Leo 7-1

EB/Streymur - AB 2-0 (2-0)
19' Gutti Dahl-Olsen 1-0
45' Rógvi Egilstoft 2-0

Í gjár, leygardagin 04.03
07 Vestur  - ÍF 1-0 (0-0)
84' Uros Stojanov (Jasper van der Heyden) 1-0

Sí eisini: 
Uros tryggjaði 07 Vestur trý stig móti gamla felagi sínum
Uros: - Hava arbeitt við júst hasum til venjing

Støðan: 
1. KÍ 3 stig
2. HB 3 stig
3. B36 3 stig 
4. EB/Streymur 3 stig 
5. 07 Vestur 3 stig
6. ÍF 0 stig
7. AB 0 stig
8. B68 0 stig
9. Víkingur 0 stig
10. TB 0 stig

Dagført: 23.10
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder