placeholder
Hondbóltur

B36 hevur fingið spælara úr Onglandi

23-ára gamli Taufee Skandari er vongur og álopskendur miðvallari og hevur spælt í lægru deildunum í Onglandi, í triðbestu deildini í Eysturríki og í U21-deildini í Turkalandi. Sambandið við B36 er komið umvegis Albert Adu.

Skandari fegnast, eftir at hann hevur skorað fyri Ware FC, sum hann spældi fyri í 2021-2022 kappingarárinum (Mynd: Ware FC)

Skandari fegnast, eftir at hann hevur skorað fyri Ware FC, sum hann spældi fyri í 2021-2022 kappingarárinum (Mynd: Ware FC)

2023-02-04 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 kunngjørdi í gjárkvøldið ein nýggjan spælara, sum ikki hevur so nogv skrásett hagtøl á Transfermarket, stóru altjóða síðuni við yvirliti yvir fótbóltsleiðini hjá spælarum.

Talan er tó um ein lutfalsliga ungan spælara við einari áhugaverdari fótbóltsleið. Taufee Skandari  fór úr Onglandi sum 18-ára gamal at royna seg í eysturrískum fótbólti, har hann er skrásettur fyri tólv dystir í triðbestu deildini.

Síðani gekk leiðin til Turkalands, har Skandari í nakrar mánaðir fyri U21-liðið hjá Bursaspor, sum er eitt felag, ið er umboðað í Super Lig.

Síðstu árini hevur Taufee Skandari spælt í lægru deildunum í Onglandi. Í "Non League- fótbólti" eru tó ofta nógvir spennandi spælarar, og B36 hevur nú valt at fáa 23-ára gamla vongin til føroyskan fótbólt.

Tað sæst, at tvey tey seinastu feløgini hjá Skandari eru Ware FC og so London-felagið New Salamis hevur spælt fyri. Albert Adu hevur samstundis spælt við somu feløgunum, og hetta er ein gamal kenningur í føroyskum fótbólti. Adu spældi í 2015 og 2016 og í 2017 við KÍ, og var lágvaksni hálendski áleyparin, við ættarbondum úr Ghana, ein snúðin og vandamikil spælari. Sum skilst er sambandið millum álopskenda onglendingin og B36 komið hendavegin - Adu hevur seinastu árini eisini fingist við at vera spælaraumboðsmaður.

B36 hevur eisini fingið Aron Kundsen til meira álopskenda partin. Svenski miðverjin Isak Jönsson er komin at styrkja miðverjuna, og málverjin Silas Eyðstsson er komin úr 07 Vestur. B36 endaði í fjør á 4. plássi og stóð seg væl í Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder