Fótbóltur

B36 hevur funnið sín nýggja áleypara

Talan er um royndan norðmann við 246 dystum í bestu norsku deildini á baki. Torgeir Børven var toppskjútti í Eliteseriuni í 2019 og hevur eisini spælt í fremstu deildunum í Turkalandi og í Niðurlondum.

34-ára gamli norðmaðurin hevur eitt áhugavert fótbóltsrensl aftanfyri seg. Seinast hevur hann spælt við Odd í næstbestu norsku deildini - í næstu viku kemur hann til Føroya (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

34-ára gamli norðmaðurin hevur eitt áhugavert fótbóltsrensl aftanfyri seg. Seinast hevur hann spælt við Odd í næstbestu norsku deildini - í næstu viku kemur hann til Føroya (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

2026-01-23 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku kemur ein nýggjur áleypari í Gundadali við einum spennandi fótbóltsrensli aftanfyri seg.

Sum yrkisspælari hevur hann Torgeir Børven spælt fyri Odd, Vålerenga, FC Twente, Brann, Rosenborg, Ankaragucu og Gaziantep. Skjótt skal 34-ára gamli norðmaðurin spæla við B36.

Í fjør spældi Børven við barndómsfelagnum Odd í næstbestu norsku deildini. Hann hevur spælt heili 246 dystir í fremstu deildini í heimlandinum, har áleyparin hevur skorað 82 mál, sambært Transfermarket.

- Børven er skarprættari og kemur til Føroya við drúgvum og fjølbroyttum royndum. Sum álopsspælari hevur hann víst, at hann ger mun, har hann er, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá B36.

At nýggjasti maðurin dugir at gera mál var helst serliga prógvað í 2019, tá Børven varð toppskjútti í Eliteseriuni við 21 málum í 30 dystum.

Nú, seks ár seinni, skal 1,85 metra høgi maðurin gera mun fyri B36.

- Eg havi fingið eina sera góða heildarfatan av B36 og teimum málum, sum felagið hevur sett sær, og eg eri spentur at vera partur av liðnum í 2026, sigur Torgeir Børven.

Fyri stuttum varð Boubacar Dabo kunngjørdur sum álópskendur styrkur hjá B36. Sambært Jákup Martini Joensen er spælarahópurin við at vera upp á pláss, men roknað verður við onkrum broytingum afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder