Fótbóltur

B36 hevur megnað tað áður

Í 2018 endaði fyrri dysturin millum B36 og OFK Titograd, sum var í Gundadali, 0-0. B36 spældi seg víðari við 2-1 sigri í Montenegro - í morgin er sigur í Estlandi eitt krav.

Benjamin Heinesen skoraði til 2-1 í útidystinum móti Titograd í 2018 - her sæst hann í dystinum móti Paide fyri viku síðani. Nú skulu Benjamin og liðfelagirnir stíðast fyri sigrinum í Estlandi (Mynd: Sverri Egholm)

Benjamin Heinesen skoraði til 2-1 í útidystinum móti Titograd í 2018 - her sæst hann í dystinum móti Paide fyri viku síðani. Nú skulu Benjamin og liðfelagirnir stíðast fyri sigrinum í Estlandi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-19 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

0-0 á heimavølli og síðani spæla seg víðari við sigri í útidystinum. Hetta er kravið hjá B36 undan seinna dystinum í 1. umfari í Conference League, sum verður í Tallinn í morgin.

Næstan heilt sama støða var í 2. umfari í Europa League í 2018. B36 spældi málleysan javnleik í Gundadali í fyrra dystinum móti OFK Titograd. Hetta var eitt lítið vónbrot - serliga orsakað av útgangsstøðinum og tí B36 sá út til at vera omaná. Tað eydnaðist tó at vinna 2-1 í Montenegro. B36 kom eisini afturum í útidystinum.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir brendur nakrar stórar møguleikar í fyrra dystinum móti OFK Titograd í Europa League í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

Størsti munurin frá 2018 er, at regulin um útivallarmál er burtur. Harvið er útgangsstøði eitt sindur verri hjá B36 nú, enn tað var fyri fimm árum síðani. Paide Linnameeskond hevði ikki stórvegis tørv at skora í Gundadali, og um so B36 skorar í Tallinn í morgin, so "telur tað ikki eyka".
 
Tó er møguleikin hjá Dan Brimsvík og hansara monnum avgjørt har. Felagið hevur fleiri fyrr víst, at tað ber til: Í fjør vendi man 0-2 til víðari luttøku eftir brotsspark (úti og síðani heima móti Borac Banja Luka), og B36 er tað føroyska felagið, sum er komið oftast víðari í Evropa: Níggju ferðir (í 2005, 2006, tvær ferðir í 2018, tríggjar ferðir í 2020 og tvær mál í 2022)

Paide er ein lítil favorittur á heimavølli, men lagt er upp til spennandi uppgerð í morgin. 

Hósdagin 20. juli - Conference League
16.30: Paide Linnameeskond - B36 (0-0) - Spældur í Tallinn

Sí eisini: - Siggi onga orsøk til at vit ikki kunnu koma víðari


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder