Meira og meira bendir á, at B36 noyðist at vinna steypafinaluna móti HB fyri at tryggja evropeiskt pláss fjórða árið á rað. Møguleikin at veruliga minka um munin til NSÍ var, tá beinleiðis kappingarneytarnir, uttan leikbannaða liðformannin Klæmint Andrasson Olsen, vitjaðu í Gundadali í dag.
B36 stýrdi spælinum og hevði eisini væl fleiri vandastøður gjøgnum dystin. Heimaliðið var á odda tvær ferðir, men við seinasta bríksl stóð 2-2 á máltalvuni.
Talan var um lívliga byrjan, har bæði liðini høvdu stórar møguleikar. B36 setti seg síðani á dystin, og tað var fult í tráð við leikgongdina, at Zean Dalügge legði heimaliðið á odda eftir hálvan tíma. Hetta var eftir gott upplegg frá lívliga Andrassi Johansen. Miðvallarin tykist at vera komin fyri seg eftir drúgva skaðan.
Andrias og Hannes Agnarsson høvdu sæð vandamiklir út, Jann Benjaminsen og Fabian Ness komu við góðum yvirlappum, og B36 fann nógv pláss millum keturnar hjá NSÍ. Kristian Joensen hevði fleiri góðar bjargingar í dag. Í sambandi við eina støðu tá royndi málverjin kom út, rendi Dalügge inn í hann. Kristian fekk ikki heilaskjálvta men heldur trupulleikar við bringuni. Lukkutíð fyri NSÍ fekk Kristian Joensen spælt víðari: Hann var ein lyklaspælari í dag.
Tveir minuttir eftir 1-0 málið gekk galið hjá B36. Vilmer Rønnberg misti bóltin í uppspælinum, og so rann Jasper van der Heyden í økið aftanfyri svenska miðverjan. Hann var fremsti maður í dag og skoraði sítt bert annað mál í árinum við frekum skoti stutt inni í brotsteignum, sum fór umvegis nærru stongina og í B36- málið. Væl revsað, men sum so ofta fyrr í ár: Ov lætt at skora móti B36
Tað hevur ikki hepnast so væl hjá Jasper van der Heyden í ár, í mun til mál og upplegg, men í dag var kviki belgiski spælarin avgerandi fyri uppflytararnir í Gundadali (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Kristian Joensen fekk langa viðgerð eftir samanstoyt men kom á føtur aftur og hevði fleiri bjargingar afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Liðið hjá Magna Hoseth reistist og skapti fleiri góðar støður. Fimm minuttir eftir steðgin bragdaði aftur, tá Hannes Agnarsson varð sendur innum verjuna hjá NSÍ. Kristian Joensen bjargaði væl við nærru stong, men so var Zean Dalügge aftur til reiðar.
Uppiborin 2-1 leiðsla og tað sá heldur tungt út hjá NSÍ. Tólv minuttir seinni bjóðaði Hannes aftur av í vinstru, Kristian var fyri, og so setti málverjin skjótt í gongd við longum gúppi. Magnus Egilsson megnaði ikki at fylgja við van der Heyden, Silas Eyðsteinsson ivaðist, og endaði við at fella áleyparan á klossutan, tá hann kom inn í brotsteignum.
Úr ellivu metrum var Petur Knudsen púra kaldur. 14. málið hjá vonginum í ár, og hevur hann heili 31 málstig (mál + upplegg), sambært bolt.fo. Tað er at vera avgerandi, og júst tað hevur NSÍ eitt sindur frammum B36. At man er avgerandi í báðum endum av vøllinum. Millum annað varð NSÍ-málverjin tann tryggari landsliðsmálverjin í dag, og teir í hvítum vóru dugnaligir við bóltinum "úti á vøllinum" men ikki nóg skarpir í brotsteignum.
Innskifti Gutti Dahl-Olsen hevði størsta møguleikan seinastu løtuna, men aftur var Kristian fyri. NSÍ hevði eisini støður seinna helming av 2. hálvleiki - serliga eftir mistøk hjá B36 og tá Petur Knudsen fekk bóltin. Tað endaði tó 2-2, og tað er væl størri nøgdsemi um á liðnum hjá Jens Wedeborg.
Fimm umfør resta í, og B36 hevur fimm stig upp til NSÍ, sum hevur fýra tey niðastu liðini á stigatalvuni eftir, umframt KÍ. B36 hevur eisini KÍ eftir. HB er millum hini liðini á skránni - tað verður helst steypafinalan móti júst HB, sum verður avgerandi. Um NSÍ endar á 4. plássinum í Betrideildini, og B36 vinnur steypafinaluni, so tekur havnarfelagið seinasta evropeiska plássið frá uppflytarunum.
22. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 15.09
B36 - NSÍ 2-2 (1-1)
30' Zean Dalügge 1-0
32' Jasper van der Heyden 1-1
51' Zean Dalügge 2-1
64' Petur Knudsen, br. 2-2
Sí meira um dystin HER
Støðan í stríðnum um 4. plássi:
4. NSÍ 38 stig
5. B36 33 stig
Hini úrslitini:
EB/Streymur - ÍF 2-1 (1-0)
29' Boubacar Dabo 1-0
46' Emil Weihe Joensen 2-0
52' Ruben Møller Nielsen 2-1
KÍ - HB 1-0
6' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 1-0
B68 - Víkingur 1-2 (0-1)
22' Jørgen Nielsen (Olaf Bárðarson) 0-1
51' Sølvi Vatnhamar, br. 0-2
90 (+4)' Hjalti Strømsten 1-2
Sí eisini: Framvegis størst spenningur í botnstríðnum
Í gjár, leygardagin 14.09
Skála ÍF - 07 Vestur 4-1 (2-0)
Maxwell Effiom 15' 1-0
Karl Martin Johansen 21' br. 2-0
Ragnar Skála 52' 3-0
Filip Brattbakk 63' br. 3-1
Maxwell Effiom 90+2 4-1
Sí eisini: Skála lyfti seg í botnstríðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald