Fótbóltur

KÍ, B36 og TB skulu jagstrast

KÍ og B36 løgdu trýst á liðini, ið skulu spæla í morgin, og TB nærkast bjargingini, nú langt er niður til niðastu trý liðini.

Alex Mallemgard setti punktum í Gundadali í dag. TB (her í violettum) bastu ÍF Mynd: Faroephoto/Ólavur Frederiksen

Alex Mallemgard setti punktum í Gundadali í dag. TB (her í violettum) bastu ÍF Mynd: Faroephoto/Ólavur Frederiksen

2019-05-26 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir teir fyrstu dystirnir í 11. umfari eru av. B36 og KÍ greiddi bæði sína skyldu í heimadystum, og í Tongisvági vann TB virðismiklan dyst í botnstríðnum.

Oddaliðið og liðið sum nú er nummar tvey løgdu grundarsteinin undan steðginum í dagsins dystunum. 2-0 leiðsla til heimaliðini gjørdi, at bæði B36 og KÍ vóru á veg móti tryggum sigrum, og bæði liðini staðfesti sigurin, beint eftir at ein tími varð leiktur. AB gav B36 nakað av mótspæli í 2. hálvleiki Gundadali, men munurin var  samanlagt greiður. Árni Frederiksberg leikti ein góðan dyst, og Jónas Þór Næs kom á máltalvuni fyri fyrstu ferð í føroyskum vaksnamannafótbólti. Í Klaksvík reisti KÍ seg eftir vónbrotið í hálvfinaluni mikukvøldið, við at syrgja fyri at EB/Streymur nú hevur tapt 12-1 seinastu tveir dystirnar. Patrik Johannessen hevur fingið gongd á málskjótingina, og tvørámaðurin skoraði tvær ferðir.

TB ger tað, sum liðið skal: Liðið hjá Zoran Pavlovic vann í dag 1-0 á einum av botnliðnum ÍF, og TB hevur fyrr í ár vunnið heimadystirnar á EB/Streymi og AB. Hetta ger, at tvørámenn hava 8 stig niður til strikuna, og trý lið eru niðanfyri TB. Afturvendi Stefan Radosavljevic gjørdist matchvinnari í einum dysti við fáum málmøguleikum.

11. umfar:

B36 - AB 4-1 (2-0)
5' Árni Frederiksberg 1-0
16' Jónas Þór Næs 2-0
62' Ragnar Samuelsen 3-0
67' Bjarki Nielsen 3-1
85' Alex Mellemgaard 4-1

KÍ - EB/Streymur 4-0 (2-0)
41' Patrik Johannesen 1-0
44' Jonn Johannessen 2-0
62' Darius Lewis 3-0
75' Patrik Johannesen 4-0

TB - ÍF 1-0 (0-0)
80' Stefan Radosavljevic 1-0

Í morgin: 
18.00: Víkingur - HB
19.00 NSÍ - Skála

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (26 stig)
2. B36 (24 stig) 
3. NSÍ (22 stig)  *
4. Víkingur (20 stig) *
5. HB (18 stig) *
6. Skála (15 stig) *
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. AB (4 stig) 
10. ÍF (4 stig) 

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder