3. august tapti Västerås SK heili 6-0 í Stokkhólmi, tá eitt av føroyingafelagnum í Allsvenskan vitjaði Djurgårdens.
Men mánakvøldið 10. august var vent í holuni, tá Djurgårdens vitjaði í Västerås.
Mattias Johnnyson Hellisdal byrjaði á bonkinum í síðstu viku og kom inn, tá eini tími var farin, og støðan var 6-0. Í gjár byrjaði 20-ára gamli føroyingurin inni á sentrala miðvøllinum í bestu svensku deildini; hetta fyri fyrstu ferð síðani síðst í mai.
Har spældi Mattias 75 minuttir - og stóð sterkur í myndini. Hetta vísa tølini, og tað framgongur eisini á svenskum síðum.
Nummar 30 varð eisini avgerandi, tí tað var góði føroyski høgri fóturin, sum átti frísparksinnleggið, sum Bonaventure Lendambi stútaði í málið til 1-0. Marrias Hellisdal legði hegnisliga innfyri úr høgru og fann áleyparan.
Sí hæddarpunktini ovast ella á Youtube - uppleggið hjá Mattiasi Hellisdal er á 0.38.
Hetta varð einasta málið í dystinum. 1-0 sigurin ger, at Västerås og Mattias Hellisdal nú eru á 6. plássi. Uppflytararnir eru mitt í ógvuliga tøttu evropeisku plássunum, nú liðið hevur spælt helmingin av dystunum: Bert eitt stig er upp til júst Djurgårdens og 3. plássi.
Næsta uppgáva er Elfsborg hóskvøldið.
Í kvøld klokkan 19.15 spæla hinir føroyingarnir í bestu svensku deildini, Áki Samuelsen og Martin Agnarsson, seinna dystin í 3. umfari í Champions League. Hann verður í slovakiska høvuðsstaðnum, har Slovan Bratislava tekur ímóti. Slovan vann 2-1 í Svøríki og er harvið favorittur at fara víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald