Fótbóltur

B36 longt við tveir leikarar

Tveir av føstu monnunum í byrjanaruppstillingini hjá B36 skrivaðu í gjár undir nýggjan sáttmála.

Alex Mellemgaard í 2-1 sigrinum á KÍ í gjár
(Mynd: Sverri Egholm)

Alex Mellemgaard í 2-1 sigrinum á KÍ í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-17 06:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vann B36 umráðandi 2-1 sigur á KÍ í gjárkvøldið, og um átta dagar skal liðið spæla finalu um Løgmanssteypið 2. árið á rað.  

B36 hevur nú gjørt nýggjan sáttmála við tveir av sínum leikarum. Talan er um vinstrabakkin, Alex Mellemgaard og kantspælaran Benjamin Heinesen. Báðir hava spælt nógv í ár; Alex hevur verið nógv skaðaplágaður seinastu árini, men hevur spælt 24 dystir í ár, meðan Benjamin hevur spælt 28.

Bæði 26-ára gamli Alex Mellemgard og 22-ára gamli Benjamin Heinesen eru argjamenn, og Alex umboðaði AB í nøkur ár í vaksnamannadeildini. Hann kom til B36 í 2014. í vaksnamannafótbólti hevur Benjamin, ið er U21-landsliðsleikari, bert umboðað B36 , og bæði hann og Alex hava verið við til at vunnið tvey FM-heiti við B36 og spælt 110 dystir í Betri-deildini.

Heimasíðan hjá B36 skrivar, at sáttmálin hjá Alex Mellemgaard er galdandi til og við 2020, meðan Benjamin Heinesen hevur longt sáttmálan við einum ári.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder