Fótbóltur

B36 misti tamarhaldið á dystinum og tapti í kvøld

Viborg FF vann Conference League dystin 2-1, og komu víðari við 5-1 samanlagt.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-09 20:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður danska superligafelagið Viborg FF, sum fær heiðurin av at spæla móti West Ham United í komandi play off-dystum um at sleppa við í bólkaspælið í Uefa Conference League.

Eftir ein frálíkan fyrra hálvleik við fleiri møguleikum til B36, var tað sum um, at teir góvu iniviativið inn til danir í øðrum hálvleiki.

Viborg gjørdi eina útskifting við byrjan av øðrum hálvleiki, og fáar minuttir seinni, komu tveir spælarar afturat inn, og júst sum vit skrivaðu í umrøðuni av fyrra hálvleiki, so var neyðugt at fáa meira royndar spælarar inn, um danir skuldu gera nakað við B36 í kvøld.

Og so var. Danir gjørdist meira vandamiklir, og í 63. minutti stóð 1-0 til Viborg, tá Nils Mortimer slapp at renna fram við brotsteigamarkinum og fáa skot á bóltin, ið hegnisliga varð plaseraður út við handaru stong.

1-0, og B36 leikararnir sóu máttleysir út. Men so hendi knappliga nakað. Eftir eina danska útskifting í 79 minutti gjørdi B36 eitt skjótt álop, Martin Agnarsson trekti fram í vinstru síðu, og legði eitt innlegg, sum Michał Przybylski strekti seg eftir og fekk sett vinstra fót á, og so var 1-1 og rómur á Tórsvølli.

Júst, sum vit hildu, at B36 hevði tryggjað sær eina stigið, so hendi tað keðiliga. Ein Viborg-spælari slapp aftur á baklinjuna vinstrumegin, legði ein bólt innfyri, sum innskifti Alassana Jatta hegnisliga stútaði í mál til 2-1.

Ikki tí – B36 var ongantíð nærhendis at spæla seg víðari í Conference League – men spell, at teir skuldu tapa í kvøld, tí tað var ein góður innsatsur frá teimum hvítu úr Havn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder