Fótbóltur

B36 nærkast KÍ

Við teprum 1-0 sigri móti ÍF eru bara trý stig upp til KÍ, sum tó hevur spælt tveir dystir færri.

Mattias Hellisdal skoraði einsamalla málið í 1-0 sigrinum móti ÍF í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mattias Hellisdal skoraði einsamalla málið í 1-0 sigrinum móti ÍF í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-02 22:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 vann í kvøld tepran 1-0 sigur móti fuglfirðingum, sum av øllum alvi stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting tá 27 umfør eru leikt.

Teir hvítu í Gundadali komu á odda longu tá 13 minuttir vóru leiktir við máli frá 17 ára gamla miðvallaranum Mattiasi Hellisdal. Fleiri mál komu ikki í dystinum.

Við sigrinum kemur B36 upp á annað plássið og 49 stig, bara trý stig aftanfyri KÍ á fyrsta plássið. Her skal viðmerkjast, at KÍ hevur spælt tveir dystir færri, og tí er ikki vist, at tað verður so spennandi í oddinum.

ÍF hevur tað tungt, og hevur tólv stig eftir 21 dystir. Fýra stig eru upp til TB omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Betrideildin 21. umfar

Leygardagin 02.09
B36 - ÍF 1-0 (1-0)
13' Mattias Hellisdal (Hannes Agnarsson) 1-0

Fríggjadagin 01.09
Víkingur - AB 5-0 (2-0)
25' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
30 Martin Klein Joensen (Olaf Bárðarson) 2-0
71' Martin Klein Joensen (Sølvi Vatnhamar) 3-0
76' Jákup Johansen (Finnur Justinussen) 4-0
80' Jákup Johansen (Olaf Bárðarson) 5-0

Hósdagin 31.08
07 Vestur - EB/Streymur 1-1 (0-1)
35' Bergur Poulsen (Filip Djordjevic) 0-1 
90' Magnus Holm Jacobsen, br. 1-1

B68 - TB 1-1 (0-0)
58' Jørgen Nielsen (Boubacar Dabo) 1-0
84' Rógvi Joensen 1-1

Fríggjadagin 15.09 - útsettur
HB - KÍ

---

Støðan Betri deildin menn

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder