Fótbóltur

B36, NSÍ og KÍ komu væl frá byrjan

B36 loypti hvøkk á ÍF/Víking/B68, NSÍ vann trygt í fyrstu royndini aftur í bestu deildini, og KÍ sendi steypavinnararnar heim við ongum.

B36 vann 4-1 í fyrsta dystinum í ár. Allir dystirnir endaðu við sigri til heimaliðið - samanlagt vórðu 14 mál skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

B36 vann 4-1 í fyrsta dystinum í ár. Allir dystirnir endaðu við sigri til heimaliðið - samanlagt vórðu 14 mál skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-24 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta umfar í Betrideildini hjá kvinnum varð leikt í dag, og í øllum trimum dystunum vunnu heimaliðini. Samanlagt vórðu 14 mál skoraði.

Myndir: Kvinnufótbólturin farin í gongd aftur - myndir frá øllum trimum dystunum

B36 og ÍF/VÍK/B68 løgdu fyri í bakandi sóskini í Gundadali. Har gjørdu B36 og Bára Magnussen bart ímóti favorittunum. 17-ára gamla Bára legði B36 á odda beint eftir, at hálvi tími varð leiktur. Jacoba Langgaard javnaði fyri útiliði beint fyri hálvleik, men um miðjan hálvleik var 3-1, áðrenn Bára økti til 4-1 í 78. minutti. Harvið fekk B36 ein sera góðan sigur at byrja kappingarárið við.

[object Object]
Bára Magnussen skoraði tvey mál fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ spældi seinnapartin sín fyrsta dyst í bestu kvinnudeildini í 13 ár. Tað var unga EBS/Skála-liðið, ið helst verður tað veikasta í deildini í ár, ið vitjaði. NSÍ vann sannførandi 4-0. Suvereni topsskjúttin í fjør, Heidi Sevdal skoraði eitt, Hansina Ronaldsdóttir, sum í fjør spældi fyri ÍF/Víking/B68 skoraði eitt, og Unn Hvidbro, ið hevur spælt heilt lítið í bestu deildini seinasta áratíggju, gjørdist tvífaldur málskjútti.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]

Mynd: Sverri Egholm

Føroyameistarararnir og steypavinnararnir brustu saman við Djúpumýrar. Har var KÍ omaná. Heimaliðið var á odda 2-0, tá HB skoraði til 2-1 eitt korter fyri leiklok, og á odda 3-1, tá HB skoraði beint áðrenn yvirtíðin byrjaði. Bæði liðini komu fram til góðar støður, hóast rímiliganógvir feilir vóru í bóltumganginum, og serliga KÍ var nær við fleiri ferðir í 2. hálvleiki. Tær í bláum kundu tó fegnast, tá seinasta bríkslið ljóðaði: KÍ kom væl frá byrjan í kappingarárinum 2020 

Eyðvør Klakstein: FM er sjálvandi málið

[object Object]
Evy á Lakjuni skoraði eitt og legði upp til eitt fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)


Betrideildin, 1.umfar

Gundadalur
B36 - ÍVB 4-1 (1-1)
Bára Sweta Magnussen 1-0 
Jacoba Langgaard 1-1
Elsa Anna Mohr 2-1
Olga Kristina Hansen 3-1
Bára Magnussen 4-1

Við Løkin
NSÍ - EBS/Skála 4-0
Hansina Ronaldsdóttir 1-0
Unn Hvidbro 2-0
Unn Hvidbro 3-0
Heidi Sevdal 4-0

Við Djúpumýrar
KÍ - HB 3-2 (1-0)
Eyðvør Klakstein 1-0
Sjálvmál 2-0
Jónva Hentze 2-1
Evy á Lakjuni 3-1
Sunniva Willemoes 3-2


2. umfar
1. juni
EBS/Skála - B36
ÍVB - KÍ
HB - NSÍ


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder