Fótbóltur

B36 og AB leggja til brots eftir summarsteðgin

FM1 sigur frá ólavsøkudystinum, ið byrjar klokkan 19 í kvøld og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

B36, við nýggjum venjara, og AB, eftir flotta fyrru hálvu men kortini ikki leyst frá niðurflytingarstrikuni, bresta saman í Gundadali. Feløgini hava valt at flyta dystin (Mynd: Sverri Egholm)

B36, við nýggjum venjara, og AB, eftir flotta fyrru hálvu men kortini ikki leyst frá niðurflytingarstrikuni, bresta saman í Gundadali. Feløgini hava valt at flyta dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-28 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru uppflytararnir, sum í stóran mun skulu byggja á góðu gongdini fyri summarsteðgin, og nummar trý, ið hóast 11 góð umfør á ein hátt skal venda gongdini.

Seinna liðið er B36, sum var væl við í oddastríðnum fram til landsliðssteðgin í juni. Men bert tvey stig seinastu fimm umførini, harímillum nøkur vánalig avrik, hava sett evropeiska plássið til næsta ár í størri vanda, og tað var eisini við at fremja venjaraskifti í B36: Jákup á Borg hevur tikið við sum venjari fyri Jákup Martin Joensen - fyribils stendur ítróttarstjórin á odda restina av 2026

Sí eisini: Jákup á Borg tekur yvir (B36 Varpið)

Fyrsta uppgávan er á heimavølli, og á ólavsøku, móti grannunum úr AB. Liðið hjá Øssuri Hansen hevur bergtikið í stórum pørtum av kappingini: Bæði í mun til leiklig avrik og úrslit móti serliga ovaru liðunum. 

Tap móti Skála, 07 Vestur og EB/Streymi hava tó gjørt, at AB framvegis ikki er veruliga leyst frá niðurflytingarstríðnum. Ólavsøkuuppgerðin, sum feløgini hava fingið í lag við at flyta dystin í 18. umfari, kann geva greið tekin.

Les eisini: AB og B36 standa fyri ólavsøkubrakinum í Gundadali

[object Object]
Tað endaði 4-1 til B36, tá liðini hittust á Argjum síðst í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

Ólavsøkudysturin í Meistaradeildini byrjar klokkan 19 í dag, týsdagin 28.
juli. FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Lurta eftir FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder