Seinnu dystirnar í Evropa League Preliminary Round verða leiktir í kvøld. Tey bæði føroysku liðini standa fínt í mun til at koma víðari.
B36 skal vinna ella spæla málríkan javnleik á Gibraltar. Hjá KÍ vil ein málleysur javnleikur í Gundadali geva víðari luttøku; ein sigur sendur sjálvandi eisini klaksvíkingar víðari.
KÍ hevur tað betra útgangsstøði, meðan B36 hevur lættari móttstøðulið á pappírinum. Tað var eitt vónbrot hjá Jákup á Borg og hanara monnum at spæla 1-1, og geva eitt útivallarmál burtur í Gundadali. Men í B36 vita teir, at møguleikin av álvara er har ímóti St Joseph's. B36 skal skora á Gibraltar, har liðið er komið eftir nakrar seinkingar.
Klaksvíkingar gjørdu tað væl á Malta, og fingu eitt umráðandi mál ímóti endanum av dystinum; fyrsta málið á útivølli í evropeiskum fótbólti hjá felagnum. Nú kann KÍ aftur skriva søgu við at koma víðari í Evropa fyri fyrstu ferð. Hetta er motiverandi fyri KÍ-hópin, og nú fara mennirnir hjá Mikkjali Thomassen av álvara eftir tí í "2.hálvleiki".
Hjá B36 er Andrias Eriksen ivasamur. Hjá KÍ er Marko Dusak ikki tøkur.
Dysturin hjá B36 kann møguliga stroymast; hetta er ikki greitt enn. Uppgerðin ímillum KÍ og Birkirkara kann stroymast á stroymingarpallinum hjá FSF.
Vit eru til staðar í Gundadali í kvøld, og fylgja eisini við gongdini á Gibraltar.
17.00: St Joseph's - B36 (1-1)
19.00: KÍ - Birkirkara (1-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald