Tá NSÍ í 3. umfari í 2017 fekk ein javnleik í Gundadali í B36 var tað nakað óvanligt. Teir níggju undanfarnu dystirnar millum liðini á Ovara Vølli vóru endaðir við sigri til heimaliðið.
- At vit spæla i Gundadali ger tað, at vit krevja av okkum sjálvum at fáa 3 stig, og eigur tað at vera ein fyrimunur at spæla á heimavølli. B36 hevur oftað staðið seg væl moti NSÍ í Gundadali, og tað gera vit vónandi eisini i morgin(Árni Frederiksberg)
Les eisini: - Trúgva uppá vit hava funnið loysnina
Í farna áratíggju hevði B36 sera gott tak á NSÍ, hóast runavíkingar í nøkrum førum sendi árstalsferlagið aftur til høvuðsstaðin við ongum. Frá 5-1 sigrinum hjá NSÍ tíðliga í 2010, gingu átta ár til teir í gulum og svørtum aftur vunnu í Gundadali (2-3, 27.05.2018)
Fyri tveimum árum síðani skoraði Petur Kundsen tvey mál í 3-2 sigri á B36 í Gundadali (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í august 2017 vann B36 2-0 á NSÍ í Gundadali, men seinni í mánaðinum vann NSÍ steypafinaluna á júst B36. Í 2018 endaði tað sum sagt við, at NSÍ vann innanhýsis uppgerðina í Gundadali - B36 vann báðar við Løkin. Í fjør vunnu liðini hvør sína við Løkin, og hóast stóra yvirvág og eina 1-0 leiðslu leingi, so eydnaðist ikki B36 at koppa NSÍ í Gundadali - tað endaði 1-1.
Tá var talan um ein oddadyst (nummar tvey móti nummar trý). Undan dystinum í kvøld skilur bert eitt stig liðini. B36 hevur tapt sínar tvær seinastu topp-fimm uppgerðir. 4-2 móti HB og Víkingi:
- Tað hevur verið eitt sindur av utskifting i hópinum vegna skaðar og leikbann, og hetta hevur sett sín dám á seinastu tvær topp-uppgerðinar hjá okkum, har liðið ikki hevur verið heilt støðugt. Vit hava arbeitt hart við tí, og í mun til tey átta málini ið fóru inn móti HB og Vìkingi, má tað sjálvandi ikki henda, um vit ætla okkum nakað burturúr í morgin. Vit trúgva uppá, at vit hava funnið loysnina og síggja fram til dystin móti NSÍ.
Hetta segði Árni Frederiksberg við Portalin í gjár. Hjá B36 hevur ivamál verið um Sonna Ragnar Nattestad, ið ikki var við móti EB/Streymi. Erling Dávidsson er framvegis skaddur í knænum, og Hugin Samuelsen og Símun Rógvi Hansen eru ikki tøkir. Tað er sera jaligt fyri B36, at vinstri bakkurin Alex Mellemgaard er tøkur aftur eftir leikbann. Hjá NSÍ hevur Jóhan Troest Davidsen sitið uttanfyri seinastu tíðina.
At dysturin hevur stóran týdning dyldi 28-ára gamli kanturin, við trimum málum og trimum uppleggum í ár, ikki fyri:
- Dysturin er sjálvandi sera umráðandi, tí í løtuni hevur hvørgin ráð at seta stig til, um man ynskir at fylgja við HB. So dysturin er sera umráðandi, um vit skulu klára at vera við í stríðnum um meistaraheitið heilt til endan.
Vinstri vongbakkurin hjá NSÍ, Jann Benjaminsen, ið heldur at liðið kundi fingið størri úrtøku í Norðragøtu og við Djúpumýrar (1 stig samanlagt), lýsti uppgávuna á hendan hátt:
- Vit fara altið inn fyri at vinna, og eru vit ikki nøgdir við annað enn ein sigur. Eg trúgvi, tað verður ein sera javnur dystur við góðum spæli í morgin; liðini eru jú kend fyri teirra góða fótbóltsspæl. Annars verður tað ein dystur við nógvum nærdystum, og hevur hesin parturin stóran týdning í morgin.
Les meira: - Ikki nøgdir við annað enn ein sigur
Talan er um ein dyst, ið hevur nógv at siga fyri bæði liðini og fyri oddastríðið, og tí kann inntensiteturin væntast at verða í topp í Gundadali í kvøld.
Vit verða til staðar í Gundadli við myndatólinum, vit dagføra frá dystunum og eftir seinasta bríksl gera vit samrøður og taka samaunum dystin.
Týskvøldið 16.06:
(18.00): AB - EB/Streymur
(19.00): B36 - NSÍ
Mikukvøldið 17.06:
18.00: Skála - TB
19.00: HB - KÍ
Víkingur - ÍF
1. HB (21 stig)
2. NSÍ (16 stig)
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (15 stig)
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (10 stig)
7. EB/Streymur (6 stig)
8. TB (2 stig)
9. AB (2 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald