Fótbóltur

B36 setti NSÍ uppá pláss í oddadystinum

Liðið hjá Jákup á Borg skoraði tríggjar ferðir og tók trý stig við sær úr Runavík - nú er árstalsfelagið í frálíkari støðu í oddinum.

Benjamin Heinesen skoraði tvey mál í Runavík, har B36 var omaná í kvøld. Klæmint Andrasson Olsen var ikki nóg birgur at byrja inni fyri NSÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

Benjamin Heinesen skoraði tvey mál í Runavík, har B36 var omaná í kvøld. Klæmint Andrasson Olsen var ikki nóg birgur at byrja inni fyri NSÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-15 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 22. umfarinum varð leiktur í Runavík, og hann var um oddasessin í Betrideildini. Hann skuldi upprunaliga verða leiktur í gjár, men veðrið forðaði fyri hesum. 

Tað var lív í frá byrjan, og tað var B36, ið kom betri frá byrjan. Í 7. minutti legði útiliðið seg á odda, og tað vóru tveir fyrrverandi NSÍ-leikarar, ið stóðu fyri málinum. Árni Frederiksberg legði sera væl innfyri úr vinstru við høgra beininum, og Michal Pryzbylski stóð púra fríur mitt fyri málinum og stútaði bóltin í málið. Fremsti maður hjá B36 var sera lívligur og vælleikandi í dag.

[object Object]
Michal Pryzbylski skoraði eisini móti Tórða Thomsen og NSÍ í Gundadali í juni (Mynd: Bjarni Enghamar)

Dysturin var sum heild sera lívligur. NSÍ saknaði suverena toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen. Áleyparin og liðformaðurin hevur í vikuni verið raktur av mateitran, ið hann og aðrir landsliðsleikarar fingu í Spania. Hann kundi harvið ikki byrja inni. NSÍ hevði tó møguleikarnir til at javna gjøgnum 1. hálveik, men B36 vardi væl sín egna brotsteig, stríddist væl og hótti eisini hinvegin. Fimm minuttir fyri hálvleik fekk Michal fatur á bóltinum á egnari hálvu, vendi sær væl við honum undir trýsti og sendi so Benjamin Heinesen avstað í dýbdina. Høgri kanturin hevði alla høgru síðu at renna á, og hóast vinkulin gjørdist spískur, so smekkaði hann bóltin í málið umvegis tvørtræðið.

NSÍ var nú í líknandi støðu sum í Sarpugerði beint eftir summarsteðgin, har liðið vendi 0-2 til 3-2. Tá varð skorað beinanvegin í 2. hálvleiki, og heimaliðið legði eisini sera hart út eftir stegðin. Tað eydnaðist tó ikki at minka um munin; ístaðin lukkaði B36 tó í roynd og veru dystin. Aftur var tað Benjamin, ið avsluttaði frálíka væl - beint við brotstegarlinjuna hart og flatt í longra málhorn.

[object Object]
Tey bæði málini frá Bejamin Heinesen í kvøld kunnu fáa stóran týdning fyri B36 (Mynd: Ólavur Frederiksen) 

Inntensiteturin fór ikki úr dystinum eftir 3-0 málið, men einki mál kom afturat. B36 vísti effektivitet og sera fokusera verjuspæl sum eitt lið. Arbeiðsinnsatsurin var framúr, og B36 hevur nú vunnið á útivølli móti bæði KÍ og NSÍ innanfyri seinasta mánaðin. Júst hesi liðini hittast í komandi viku í útsettum dysti; tey eru púra jøvn í stigum og skulu spæla um at gerast fyrsti avbjóðari hjá B36. Tapið hjá NSÍ var tað fyrsta hjá liðnum í fimm mánaðir - seinast var í Klaksvík í 5. umfari. B36 er nú uttan iva FM favorittur. 

Betrideildin, 22. umfar
15.09
NSÍ - B36 0-3 (0-2)
7' Michal Pryzbylski 0-1
40' Benjamin Heinesen 0-2
58' Benjamin Heinesen 0-3

NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen (L), Einar Tróndargjógv - Jann Martin Mortensen (67' Klæmint Andrasson Olsen), Peder Nersveen (73' Betuel Hansen), Pól Johannus Justinussen - Búi Egilsson, Øssur Dalbúð (77' Jann Benjaminsen), Petur Knudsen

B36 (4-2-3-1): Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs (79' Hannes Agnarsson), Andrias H. Eriksen, Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Hugin Samuelsen (55' Bjarni Petersen), Eli Falkvard Nielsen - Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz (L) (70' Stefan Radosavljevic), Árni Frederiksberg - Michal Pryzbylski

Dómari: Alex Troleis

Hini úrsltini: 

HB - Skála 3-0 (2-0)
20' Ari Mohr Olsen 1-0
30' Sebastian Pingel 2-0
93' Sebastian Pingel 3-0

Víkingur - AB (1-1)
18' Tóki á Lofti 0-1
30' Adeshina Lawal 1-1

KÍ - TB 3-0 (2-0)
13' Magnus Stamnestrø 1-0
23' Jákup Biskopstø Andreasen 2-0
64' Jóannes Bjartalíð 3-0

ÍF - EB/Streymur 2-3 (1-2)
2' Poul Grunnveit Olsen 0-1
5' Hans Jákup Lervig 1-1
41' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-2 (br.)
65' Rógvi Egilstoft Nielsen 1-3
78' Jan Ellingsgaard 2-3
Reytt kort: Milan Svojic (63')

Les meira her

Støðan: 
1. B36 (53 stig) 22 dystir
2. NSÍ (48 stig) 21 dystir
3. KÍ (48 stig) 21 dystir
4. HB (44 stig) 22 dystir
5. Víkingur (42 stig) 22 dystir
6. Skála (25 stig) 22 dystir
7. TB (19 stig) 22 dystir
8. AB (15 stig) 22 dystir
9. EB/Streymur (12 stig) 22 dystir
10. ÍF (6 stig) 22 dystir




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder