Fótbóltur

B36 situr á Havnini og Betrideildini

Tvey brotsspørk og reytt kort í grannauppgerðini, har B36 endaði við at vera omaná. Skála og KÍ elta oddaliðið, og TB er eisini í ovaru hálvu.

Alex Mellemgaard og B36 kunnu av álvara fegnast í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

Alex Mellemgaard og B36 kunnu av álvara fegnast í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-07 18:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í Betrideildini eru leiktir, og talan gjørdist um søtar og umráðandi sigrar til B36 og TB í teimum báðum fyrru dystunum, og smalar útisigrar til KÍ og Skála í teimum báðum seinnu dystunum. B36 hevur framvegis fult stigatal, eftir at liðið koppaði føroyameistarunum í størsta dystinum í hesum umfarinum 

Eftir ein lítið hendingaríkan 1. hálvleik í Gundadali fekk B36 eitt brotsspark stutt fyri steðgin. Tað setti vinstri bakkurin, Alex Mellemgaard, trygt í málið. Oddaliðið kom betri út til 2. hálvleik, og eftir tíggju minuttir var 2-0. Heilt stutt eftir hetta fekk Dan í Soylu sítt seinna gula kortið, og so var tað uppaftur tyngri hjá HB. 

Myndir frá dystinum

Føroyameistararir svaraðu tó aftur og fingu spenning í dystin við málið frá ársins leikara í fjør, men B36 lat ikki leiðslina gleppa teimum av hendi, og tað sær nú ógvuliga gott út hjá ártalsfelagnum í Havn.

Í Trongisvági vann heimaliðið ein tepran sigur á EB/Streym, ið framvegis einki stig hevur. Tað var Poul Ingason, ið stútaði eitt hornaspark í netið longu eftir stórar tíggju minuttir. EB/Streymur royndi restina av dystinum at svara aftur, eina lítla løtu við tíggju monnum, men tvørámenn hildu fast, og hava fingið eina óguvliga góða byrjan uppá kappingina.


[object Object]
(Skála koppaði AB við málið seint í dystinum - Mynd: Sverri Egholm) 

KÍ kom á odda beinanvegin í Fuglafirði og var á veg móti einum tryggum sigri. Fuglfirðingar spældu tó ein góðan 2. hálvleik og fingu spenning í ímóti endnaum. KÍ fór tó avstað við øllum trimum stigunum og er nú á 3. plássi

Á Argjum søkti Skála leingi at fyri at fáa sigursmálið; hetta eydnaðist tíggju minuttir fyri leiklok, tá miðvallarin Haraldur Højgaard tryggjaði Skála triðja sigurin á rað. Hetta er besta byrjanin hjá Skála í fremstu røð nakrantíð, og liðið er nú á 2. plássi.  

Myndir frá dystinum

4.umfar: 

B36 - HB 2-1

39' Alex Mellemgaard (br) 1-0
55' Brian Jacobsen 2-0
67' Adrian Rúnasson Justinussen (br) 2-1
Reytt kort: Dan í Soylu (58')

TB - EB/Streymur 1-0
12' Poul Ingason 1-0
Reytt kort: Árni G. Olsen (85')

ÍF - KÍ 2-3
4'  Simen Sandmæl 0-1
23' Sjálvmál 0-2
31' Jóannes Bjartalíð 0-3
53' Dánjal á Lakjuni 1-3
82' Dánjal Pauli Højgaard 2-3

AB - Skála 0-1
81' Haraldur R. Højgaard 

Í gjár: NSÍ - Víkingur 4-2 
23' Klæmint A. Olsen 1-0
33' Jann Martin Mortensen 2-0
39' Klæmint A. Olsen 3-0 
43' Jann Martin Mortensen br. 4-0
48' Andreas Lava Olsen 4-1
90' Adeshina Lawal 4-2

Støðan í Betrideildini: 
1. B36 (12 stig)
2. Skála (9 stig)
3. KÍ (8 stig)
4. NSÍ (7 stig) 
5. TB (7 stig)
6. HB (5 stig) 
7. Víkingur (4 stig) 
8. AB (3 stig) 
9. ÍF (1 stig) 
10. EB/Streymur (0 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder