Fótbóltur

B36 skal gera arbeiði liðugt á útivølli í vikuni

Haverfordwest tekur ímóti hóskvøldið. Triðja umfar í Conference League er uppá spæl, og fyri fimtu ferð í søgu felagsins kann B36 spæla seg víðari á útivølli.

Símun Sólheim og liðfelagirnir vunnu 2-1 á Haverfordwest í fyrra dystinum. Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir liðið seinna dystin í Wales (Mynd: Sverri Egholm)

Símun Sólheim og liðfelagirnir vunnu 2-1 á Haverfordwest í fyrra dystinum. Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir liðið seinna dystin í Wales (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-31 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kenslan í Gundadali hóskvøldið var, at B36-sigurin burdi verið størri. Heimaliðið kom á odda 2-0, tá ein tími varð spældur, B36 hevði yvirvág, og útiliðið skapti sum so einki. 

Tá tíggju minuttir vóru eftir, fekk Haverfordwest tó minkað um munin, og tískil er spenningurin størri undan seinna dystinum, enn neyðugt var.

Sí eisini: 
Alt er opið undan dystinum í Wales
Andrass Johansen: Úrslitið er góðkent og útgangsstøði er fínt
Hannes Agnarsson: Duga ikki heilt at takkla støðuna í seinna hálvleiki

Teir í B36-leguni hava tó fyrimunin undan dystinum í Wales, og felagið hevur áður gjørt arbeiðið liðugt á útivølli í evropeiskum kappingum: Tvær ferðir í 2018 - eftir javnleik í heimadystinum - í 2020 og í fjør.

Í fjør skoraði Andrass Johansen einsamalla málið í heimadystinum móti Tre Fiori. Síðani fór B36 til San Marino og spældi málleysan javnleik og kom harvið víðari. Ljóðar tað kent? Í 2. umfari í Conference League, favoritttur at koma víðari og heldur smalan heimasigur í fyrra dystinum.

[object Object]
Andrass Johansen sendi B36 víðari móti Tre Fiori í 2. umfari í Conference League í fjør - málið kom í 2. hálvleiki í 1. dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Andrass skoraði eisini í síðstu viku, og hann legði upp til fyrra málið hjá B36, sum Hannes Agnarsson skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

Á sumri 2018 var tvær ferðir lítið vónbrot í Gundadali eftir fyrra dystin í ávíkavist 1. og 2. umfari í Europa League: 1-1 móti St Joseph's og 0-0 móti Titograd. B36 vann tó bæði á Gibraltar og í Montenegro og kom harvið víðari í báðum førum.

Í 2020 spældi B36 eisini móti St Joseph's í nógvum hita á Gibraltar. Orsakað av koronustøðuni, var bert ein dystur í hvørjum umfari, og B36 fekk útivøll í undanumfarinum - og síðani heimadyst í teimum báðum næstu umfarinum har liðið eisini vann. Í aðru royndini á Gibraltar vunnu teir í hvítum 2-1.

Harvið er B36 fýra ferðir komið víðari, har endaliga avgerðin er fallin á útivølli: Á Gibraltar tvær ferðir, í Montenegro og í San Marino. Hóskvøldið frá klokkan 19.45 skal liðið hjá Dan Brimsvík gera tað aftur. Tað er nóg mikið hjá B36 at ikki fáa javnleik í Wales - hópurin fer úr Føroyum í kvøld.

Í 2006 vann B36 fyrra dystin í fyrsta umfari í Champions League 3-0 á Malta og legði harvið heilt gott grundarlag til víðari luttøkuna móti Birkirkara.

[object Object]
Benjamin Heinesen í nærdysti við spælara frá St Joseph's í 2018. Tað endaði 1-1 í Gundadali og eisini á Gibraltar, og so varð neyðugt við brotssparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder