Fótbóltur

B36 skal spæla móti walisiskum liði í 2. umfari

Haverfordwest County AFC kom víðari eftir brotssparkskapping í sínari bert aðru evropeisku uppgerð. Liðið vitjar Gundadal hósdagin 27. juni.

Andrass Johansen og liðfelagarnir stríddu seg framvið Paide í 1. umfari. Nú bíðar áhugaverd uppgáva í 2. umfari í Conference League (Mynd: Ingi Arge)

Andrass Johansen og liðfelagarnir stríddu seg framvið Paide í 1. umfari. Nú bíðar áhugaverd uppgáva í 2. umfari í Conference League (Mynd: Ingi Arge)

2023-07-21 07:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur munur á evropeisku royndunum hjá liðunum, sum hittast á Ovara Vølli í Gundadali dagin fyri ólavsøkuaftan. B36 spældi seg í gjárkvøldið víðari í evropeiskari kapping fyri tíggjundi ferð, meðan tað var fyrstu ferð hjá Haverfordwest County AFC, sum bert eina ferð áður hevur spælt í evropeiskari kapping.

Eins og í Estlandi var tað dramatiskt í Wales - tó uppaftur meira. Norðurmakedónska Shkendija vann fyrra dystin 1-0, og tað var ikki fyrrenn í 89. minutti í gjár, at Haverfordwest javnaði samanlagt. Lee Jenkins stóð fyri málinum, og tað endaði við brotssparkskapping í Cardiff.

Har vann heimaliðið 3-2, og tað var eisini við teimum brotssparkskappingum og stinnum málverja har, at Haverfordwest fekk evropeiska plássið. Liðið endaði nummar sjey av teimum tólv liðunum í Wales síðsta kappingar, men tað gevur play-off pláss móti hægri liðum í deildini. Haverfordwest vann báðar eftir brotssparkskapping. Tann seinna móti Newton, felagnum ið sló HB út í Conference League í fjør - eftir brotssparkskapping.

Harvið skal B36 spæla móti einum felagi, sum eisini hevur ávísar dygdir, tá tingini veruliga skulu avgerast í slíkum dystum. Liðið hjá Dan Brimsvík hevur tó sum nevnt fleiri royndir í Evropa, og føroysk feløg hava staðið seg betri enn walisisk feløg í Evropa seinastu árini. Sjey pláss vóru á muni áðrenn hetta summarið, og B36 vann í 2020 á greitt besta walisiska felagnum, The New Saints.

Harvið kann B36 helst metast sum ein lítil favorittur móti Haverfordwest. Í øllum til heimadystin, sum verður hósdagin 27. oktober. Hetta er ein góð dagfesting til eitt spenanndi fótbóltskvøld í Gundadali. Klokkuslett er ikki sett á enn. Seinni dysturin verður eina viku seinni í Cardiff. Í fjør kom B36 víðari úr hesum umfarinum 

UEFA Conference League, 1. umfar - seinni dysturin 
Í gjár, Hósdagin 20. juli, Tallinn
Paide Linnameeskond - B36 0-2 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir vanliga
92' Eli Falkvard Nielsen (Símun Sólheim) 0-1
95' Michal Przybylski (Símun Sòlheim) 0-2

B36 (4-3-3): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Taufee Skandari, Eli Falkvard Nielsen, Andras Johansen - Hannes Agnarsson, Valerijs Sabala, Bjarki Nielsen

Hesir komu inn: Andrias Eriksen, Benjamin Heinesen, Emil Weihe Joensen, Lukas Giessing, Símun Sólheim, Michal Przybylski

Myndir: Paide Linnameeskond - B36

UEFA Conference League, 2. umfar - fyrri dysturin 
Hósdagin 27. juli, Gundadalur

B36 - Haverfordwest County AFC

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder