Fótbóltur

B36 víðari fyri tíggjundu ferð

Liðið hjá Dan Brimsvík stríddist væl og helt málið reint í yvir 200 minuttir móti Paide - málini í longdu leiktíð komu eftir hornaspørk.

Stórur fagnaður á teimum í B36-leguni. Í kvøld varð spælt í serligum gulum og svørtum triðja-búna (Mynd: Ingi Arge/B36)

Stórur fagnaður á teimum í B36-leguni. Í kvøld varð spælt í serligum gulum og svørtum triðja-búna (Mynd: Ingi Arge/B36)

2023-07-20 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur aftur gjørt tað. Talan var um harðvunnan samanlagdan sigur, og hóast Paide spældi betri enn í Gundadali, so helt B36 estiska liðnum frá stórum møguleikum so at siga allar 120 minuttirnar.

Neyðugt var við longdari leiktíð, tí tað aftur var málleyst eftir 90 minuttir hesaferð. Bjarki Nielsen hevði annars risa tvífaldan møguleika beinanvegin, eftir at Hannes Agnarsson hevði vunnið bóltin í høgru og lagt væl innfyri, men málverjin vardi fyri í báðum førum. Nakrar minuttir seinni vann B36 aftur bóltin høgt, og Bjarki royndi seg í fríari støðu stutt inni í brotsteignum, men málverjin hevði aftur lisið argjamannin av.

[object Object]
Bjarki Nielsen stríddist væl í 120 minuttir - hann hevði stórar møguleikar fyrstu løtuna (Mynd: Ingi Arge/B36)

[object Object]
Hannes Agnarsson í gjøgnumbroti í fyrra hálvleiki (Mynd: Ingi Arge/B36)

Liðið hjá Dan Brimsvík hevði ilt við at spæla seg til møguleikar, og tað merktist væl, hvønn týdning dysturin hevði - hann var "taktiskur", og eingin tyktiskt at hava hug at satsa, hóast Paide royndi meira við bóltinum enn í Gundadali.

B36 fekk hol á næstan beinanvegin hol á í longdu leiktíðini. Innskifti Símun Sólheim sendi hornaspark væl innfyri, og hóast ein veruspælari nørum hekk á honum, fekk B36-liðformaðurin Eli Falkvard Nielsen skrætt seg leysan og stútað bóltin í málið. Stór frøi á teimum, sum í kvøld vóru gulir og svartir, og tríggjar minuttir seinni var meira larmur: Aftur horna úr vinstru, ið Símun legði tætt at málinum, og har var Michal Przybylski til reiðar. 2-0

Hetta var sjeynda evropeiska málið hjá Michal sum hevur dygdir til at renna rætt inni í brotstignum. Hjá liðformanninum var tað fyrsta evropeiska málið - tey sendu B36 víðari saman við knallhørðum arbeiði. 

Í fjør kom B36 tvær ferðir víðari í Conference League, og nú hevur felagið samanlagt vunnið seg tíggju ferðir víðari í evropeiskari kapping. Næsta uppgávan verður móti Haverfordwest úr Wales ella Shkendija.

[object Object]Eli Falkvard Nielsen, stríðsmaður, liðformaður og málskjútti hjá B36 í dag (Mynd: Ingi Arge/B36)

[object Object]
(Mynd: Ingi Arge/B36)

UEFA Conference League, 1. umfar - seinni dysturin 
Hósdagin 20. juli, Tallinn
Paide Linnameeskond - B36 0-2 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir vanliga
92' Eli Falkvard Nielsen (Símun Sólheim) 0-1
95' Michal Przybylski (Símun Sòlheim) 0-2

B36 (4-3-3): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Taufee Skandari, Eli Falkvard Nielsen, Andras Johansen - Hannes Agnarsson, Valerijs Sabala, Bjarki Nielsen

Hesir komu inn: Andrias Eriksen, Benjamin Heinesen, Emil Weihe Joensen, Lukas Giessing, Símun Sólheim, Michal Przybylski

[object Object]
Teir fyrstu ellivu (Mynd: Ingi Arge/B36)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder