Tobias og Emil Elmelund Hansen eru 18 ára gamlir og tvillingar. Báðir vóru á U17 liðnum, ið vann greipuna í fjør.
Í ár hava báðir verið fastur partur av 1. Deildarhópinum og vant nakrar ferðir um vikuna við Betri hópinum.
Nú hava teir skrivað undir sáttmálar, sum eru galdandi til og við 2025.
Emil er verjuleikari, ið er væl bygdur, ógvuliga sterkur í duelspælinum og eisini í skipaða spælinum.
Tobias er álopskendur spælari, ið hevur góða ferð og øgiliga orku. Hann er eisini skrásettur fyri 6 mál og hevur eisini nøkur upplegg í 1. Deild í ár.
- Hettar eru tveir ungir dreingir, ið hava arbeitt hart fyri at koma har teir eru komnir, tí hava teir uppiborið at blíva partur av hópinum, sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36.
Fótbóltsfelagið B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald