B36 skal til Norðurírlands at spæla fyrsta dystin móti Crusaders FC í Europa League.
B36 boðar frá á heimasíðuni, at UEFA hevur nú sent út endaliga skrá fyri 1. umfar í Europa League. Fyrri dysturin í Belfast verður spældur 11. juli, meðan B36 tekur ímóti Crusaders FC í Gundadali tann 18. juli.
Tað er við tógvið stríð, at UEFA fekk kabalina fyri dystirnar til Europa League at ganga upp.
Í fleiri førum er talan um lið við felags heimavølli, og her hjá okkum hevur støðan verið, at trupult er at finna gisting, um NSÍ og KÍ koma víðari úr undanumfarinum.
Tá skulu nevnliga fýra føroysk lið spæla heimadyst í døgunum 16. og 18. juli.
Nú er so komið á mál. B36 spælir sum sagt í Belfast hósdagin 11. juli. og heima móti Crusaders í Gundadali 18. juli klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald