Síðani Jákup á Borg tók yvir sum høvuðsvenjari hjá B36, hevur liðið verið íblandað í nógvum sera dramatiskum dystum.
Sí eisini: Á Borg - Dekan ov nógvur dramatikkur fyri aldrandi fólk - hetta er B36
Í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini í 2017 var B36 aftanfyri 2-1 móti HB við níggju monnum í longdu leiktíðini. Men so syrgdi Róaldur Jacobsen fyri tveimum frálíkum málum, og B36 kom víðari á ótrúligan hátt.
Mynd: Sverri Egholm
B36 tapti finaluna 1-0 fyri NSÍ, men árið eftir var B36 aftur í finaluni. HB var á odda 2-1 fýra minuttir inni í yvritíðini, og B36 hevur aftur hesuferð fingið tvey reyð kort. Í 95. minutti fekk Hannes Agnarsson javnað í samband við hornaspark, liðið hjá Jákupi megnaði at standa ímóti í hálvan tíma við níggju monnum, og B36 var stinnari úr ellivu metrum og vann mest dramatisku steypafinaluna í nýggjari tíð.
Evropeiskt drama
B36 er nú tvær ferðir komið víðari í Europa League eftir brotssparkskapping og einaferð eftir longda leiktíð. Einki annað føroyskt feløg hevur roynt hesi tingini í evropeiskari kapping.
Í 2012 tapti B36 fyri Linfield úr Norðurírlandi í Champions League eftir tvær ferðir 0-0 og eina brotssparkskapping í Gundadali. Men í 2018, eftir tvær ferðir 1-1 og longda leiktíð móti St Joseph' s, vóru B36-leikararnir kaldari úr ellivu metrum í nógva hitanum í Gibraltar.
Benjamin Heinesen í dysti móti St Joseph's í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
B36 var favorittur tá, og var tað eisini í undanumfarinum í ár, tá St Joseph's var mótstøðuliðið. Aftur hesuferð megnaði B36 at spæla seg víðari á Gibraltar - eitt brotsspark í vanligu leiktíðini avgjørdi tað (Alex Mellemgaard til 2-1) Síðani var Levadia Tallinn á skránni, og tað var ein "rutsjebanatúrur", sum vildi nakað á Tórsvølli 24. august: 0-1, 1-1, 2-1, 2-2, longd leiktíð, 3-2, 3-3 og síðani Hannes Agnarsson til 4-3 eftir frálíkt upplegg frá Sebastian Pingel, ið skoraði tvey mál í vanligu leiktíðini.
Eftir sigurin á Levadia Tallinn í 2. umfari (Mynd: Bjarni Enghamar)
Rói Mørk Hentze bjargar avgerandi brotssparkinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Í 3. umfari í gjárkvøldið var B36 heilt niðri í sekkinum tvær ferðir. The New Saints megnaði bara ikki at knýta fyri - ella B36 vildi ikki doyggja. Fyrst knallaði Stefan Radosavljevic bóltin í málið í 121. minutti, og Rói Mørk Hentze bjargaði tí sum kundi verið tað avgerandi brotssparki hjá walisiska liðnum, tí Michal Przybylski skeyt á yvirleggjaran stutt frammaundan. Pingel skoraði síðani trygt, áðrenn Rói bjargaði aftur og sendi harvið B36 víðari fyri triðju ferð í Europa League í ár.
Les eisini:
B36 framdi enn eitt evropeiskt bragd
Myndir: Gleðisrúsur á Tórsvølli
Í næstu viku skal B36 til Bulgaria ella Hvítarussland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald