2023-08-07 13:34
Vinnur B36 ímóti kroatiska HNK Rijeka í triðja umfari í UEFA Conference League, verður tað LOSC Lille í Fraklandi, sum verður mótstøðulið.
Tað gjørdist greitt í Conference League-lutakastinum, sum hevur verið seinnapartin.
B36 vann í síðstu viku samlað móti waliskiska Haverfordwest AFC, og skal hesa vikuna og í næstu viku royna seg ímóti HNK Rijeka í Krotia.
Fyrri dysturin móti HNK Rijeka verður á Tórsvølli hósdagin 10. august klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald