Fótbóltur

B36 trýstir Viborg FF á Tórsvølli

Onki mál kom í fyrra hálvleiki.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-09 19:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er B36, sum hevur havt nógv teir flestu vandamiklu málmøguleikarnar í Conference League dystinum á Tórsvølli í kvøld móti danska superligafelagnum, Viborg FF.

Longu frá fyrstu minuttunum vístu B36-spælararnir, at teir vóru tendraðir í kvøld, og høvdu stórar ætlanir við dystinum. Vildu vísa Viborg-leikarunum, at teir ikki fingu nakran lættan dyst, men mugu stríðast fyri 3-0 leiðsluni, teir fingu á Viborg stadion í farnu viku.

Fyrstu 10 minuttirnar av dystinum setti B36 veruliga trýst á Viborg málið, og kundu fingið bæði eitt og tvey mál. Eitt nú gjørdist Martin Agnarsson púra fríur eftir eitt gott álop, tá seks minuttir vórðu farnir. Men skotið frá honum streyk fram við málinum.

Størsta møguleikan fekk verjuleikin, Lukas Enevoldsen, tá hann knappliga stóð við bóltinum framman fyri málið eftir eina hornasparksstøðu, men fekk ikki skot á bóltin í skundinum.

Viborg stillar upp við einum øðrvísi liði í kvøld, enn teir møttu við á Viborg stadion. Eftir ein harðan superligadyst um vikuskiftið – teir taptu 1-0 leygardagin móti oddaliðnum Nordsjælland – valdi venjarin, Jacob Friis, at geva fleiri marginalspælarum møguleikan í kvøld.

Spurningurin er, um hann ikki verður noyddur at seta A-ketuna inn í øðrum hálvleiki, tí Viborg hevur ongan málmøguleika havt, hóast teir hava havt bóltin nógv. Bert onkur hissini roynd uttanífrá, sum Mathias Lamhauge í málinum ikki hevur havt trupulleikar við at taka sær av. 

Hinvegin er tað eydnast B36 at bróta Viborg-spælið, og tað hevur givið fleiri kontraálop, har skjótu vengurinir hjá B36 lættliga hava runnið Viborg-verjuna av sær. Fleiri málmøguleikar, men onki mál, tíverri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder